Skógvaeskjusøgur

Tøkk frá Alinu

Henda søgan er frá 2013:

Alina, samverkafólk hjá Samaritans Purse í Rumenia, greiðir frá, tá ið skógveskjurnar koma til heimland hennara.

“Eg var við at deila skógvaeskjur út í fátæku heimbygd míni. Ein dagin í mars mánað, tá eg var á veg heim, komu tveir smádreingir rennandi til mín. Spentir fortaldu teir um skógvaeskjurnar, sum teir høvdu fingið í desember mánaða árið fyri. Andlit teirra vóru fylt við spenningi, sum teir greiddi mær frá hvørjum einasta luti í teirra eskjum. Smádreingirnir fylgdu mær heim, og tosaðu allan vegin um skógvaeskjurnar.

Tríggir mánaðir vóru gingnir, síðani teir fingu eskjurnar – men um tú hevði sæð hvussu gleðin lýsti av andlitum teirra, so hevði tú trúð, at teir høvdu fingið eskjurnar henda sama dagin.”

Sí fleiri søgur niðanfyri