Soleiðis pakkar tú!

Finn eina skógvaeskju

Finn eina tóma skógvaeskju í meðal stødd. Tú kanst gott prýða eskjuna við gávupappíri e.l. Lokið og eskjan mugu klæðast hvørt sær, so eskjan kann latast upp uttan at skræða pappírið. Ger av, um tín skógvaeskja skal vera til gentu ella drong, og vel ímillum aldursbólkarnar: 2-4 ár, 5-9 ár ella 10-14 ár. Fyll út frámerkið og klistra tað væl á lokið. Klistrimerki kunnu takast niður her.
Nr. 1

Fyll eskjuna við gávum

Koyr eitt elastikk um eskjuna.  Vinarliga legg brævbjálva við 40 kr. oman á eskjuna ella flyt peningin á konto 9181-1403917 í Betri Banka. Peningurin verður brúktur til at rinda flutningin av eskjunum til móttakaran og til upplýsing um Christmas Child. Møguligt avlop fer til at stuðla annað vælgerandi arbeiði hjá Samaritan’s Purse.
Nr. 2

Stuðla og tryggja eskjuna

Nr. 3

Ger nakað persónligt

Ger eskjuna persónliga við at koyra eitt hondskriva bræv í og eina mynd av tær sjálvum ella tínari familju. Ella brúka hetta fitta brævið, sum tú kanst útfylla í eskjuna. Og minst til at biðja fyri barninum sum móttekur tína gávu.
Nr. 4