Skógvaeskjusøgur

Søgan um Dianu

Ein søga frá 2013:

Eg eiti Diana og eg eri frá Rumenia. Tað er torført at finna orð, ið kunnu greiða frá gleðini, ið eg føldi, tá ið eg fekk mína fyrstu skógvaeskju. Men eg vil gjarna deila mína uppliving við tykkum. Eg fekk gávur, ið eg aldri hevði átt fyrr.  Allar besta gávan var lítla bamsan, eg kallaði hana Martin.

Eg minnist, at tá ið eg opnaði skógvaeskjuna og sá bamsuna, helt eg, at mítt sjey ára gamla hjarta fór at bresta. Eg minnist, at eg tók hana upp og vísti bamsuni skúlan hjá mær. Har vóru gamlir, ljótir stólar og borð, og málingin á vegginum var slitin.

Eg minnist, at eg rann heim frá skúla, oman eftir óslætta vegnum. Eg helt í skógvaeskjuni í aðrari hondini og helt fast um bamsuni við hinari. Heima hjá okkum var einki gólvteppi, einki rennandi vatn, eingin hiti ella ravmagn – har vóru bara skitin børn, ið spældu inni og eitt lítið smábarn, ið græt, meðan mín unga mamma gjørdi matin kláran.

Eg minnist, at eg tók mína heilt serligu eskju og vísti foreldrum mínum hana. Eg minnist, at pápi segði: “Tað er sanniliga onkur sum elskar teg og hevur hugsað um teg.” Og eg minnist, at eg errin setti nýggju bamsu mína á koddan í mínum lítla kamari.

Nøkur ár seinni byrjaði eg, saman við allari familju míni, at hjálpa til at býta út skógvaeskjur. Pápi mín er samkomuleiðari, og saman við øðrum vinum, góvu vit skógvaeskjur til sjúkrahús, barnaheim og fátækar bygdaskúlar – vit kundu deila Guds kærleika við teimum gjøgnum hesar ótrúligu eskjur. Takka verið tykkara stóru hjørtum, so kundu vit vera við at gleða nógv børn á jólum.

Fyri mong teirra, so er ein skógvaeskja einasta gáva, ið tey nakrantíð fara at fáa, og tey fara aldri at gloyma tað. Fyri mítt viðkomandi, so visti eg, at eg ikki kundi vænta mær nakað annað enn mat á borðið frá mínum foreldrum. Men eg fekk eina skógvaeskju - tað var ótrúligt, og nógv meira enn eg nakrantíð hevði kunnað ynskt mær.

Takk fyri at tit hava pakkað eskjur við so stórum kærleika, og takk fyri munin, ið tit hava gjørt í lívinum hjá so mongum barna.

Eg búgvi í Onglandi nú, arbeiði sum au pair, og skrivi hetta takkarskriv til tykkara. Tøkk frá lítlu gentuni, ið fekk eina skógvaeskju, men sum nú hevur møguleikan at hjálpa øðrum í Onglandi at pakka og senda eskjur til treingjandi børn.

Og tú ert kanska forvitin at vita hvusssu gekst bamsuni Martin. Eg hava enn bamsuna. Hon hevur fingið ein betri kodda at sita á nú og er nú 15 ár. Men bamsan er enn eins serlig fyri meg, sum hon var, fyrstu ferð eg sá hana. Takk fyri at tit hava pakkað eskjur við so stórum kærleika, og takk fyri munin, ið tit hava gjørt í so nógvum barna lívum.

Diana Arustei

Sí fleiri søgur niðanfyri