Skógvaeskjusøgur

Ein familja verður broytt

Hetta eru húsini hjá einum 17-ára gomlum drongi úr einari lítlari bygd í Rumenia. En dagin hoyrdi hann at jólagávur fóru at verða býttar út til børnini í bygdini, so hann fór og fekk eina skógvaeskju fulla av gávum. Saman við eskjuni fekk hann ein bókling, sum greiddi frá um føðing Jesusar. Søgan hugtók hann so nógv, at hann byrjaði at ganga í sunnudagsskúlan, har gávurnar vórðu býttar út. Hann fór eisini við, tá tey tað komandi summarið skipaði fyri summarlegum.


Á leguni spurdi leiðarin drongin um hansara støðu heima. Drongurin segði sínum nýggja vini frá sínum ræðuligu umstøðum heima – at mamma hansara var ein skøkja, og at pápi hansara fann kundar til hana. Hann var illa við, tá hann segði frá um sína familju, tí hann visti, tey livdu skeivt.


Tá ið hann kom heim aftur av summarleguni, segði drongurin við mammu sína, at hann ikki longur kundi liva, sum tey livdu. Fólkini úr samkomuni funnu honum eitt annað stað at búgva, men tað gekk ikki long tíð, so fluttu hann heim aftur. Hann ynskti, at  eisini familja hansara skuldi koma at kenna hendan Jesus, sum hann nú kendi, og Gud gav honum styrki til at flyta heim aftur.


Mamma hansara var tann næsti í familjuni, sum tók ímót Jesus. Í hesi lítlu bygd gingu hesi tíðindi skjótt – tann fyrrverandi skøkjan var nú ein trúgvandi kona. Pápin var, har afturímóti, á øðini, tí kona hansara ikki longur vann pening til hansara, og at hann nú mátti finna ein annan hátt at vinna pening til familjuna. Hann royndi fleiri ferðir at drepa mammuna og sonin. Ein dagin kom hann drukkin heim, tók øksina, læsti hurðina og gav konuni og soninum ein minutt at siga teirra seinasta ynski. Tey byrjaðu at biðja, og Gud vardi tey hendan dagin, tí pápin vendi sær á og rýmdi.


Øll í samkomuni hildu áfram at møtast og biðja fyri pápanum. Hann bleiv knappliga álvarsliga sjúkur og mátti fara á sjúkrahúsið. Á sjúkrahúsinum søgdu tey seg ikki kunna hjálpa honum og bóðu familjuna koma aftur eftir honum, tí hann var deyðasjúkur. Mamman og sonurin tóku pápan heim aftur og øll í kirkjuni hildu áfram at biðja fyri honum. Gud hoyrdi bønir teirra og svaraði teimum.  Pápin bleiv frískur – Gud grøddi hann og broytti lív hansara.


Ein skógvaeskja til ein drong varð byrjanini til eitt nýtt lív fyri eina heila familju.

Sí fleiri søgur niðanfyri