Hvat kann eg koyra í eskjuna?

Gávur sum gleða

Koyr okkurt leikutoy í, sum barnið fær eyga á við tað sama, tá tað opnar eskjuna. Hetta kann vera ein bamsa, ein fótbóltur við pumpu, ein bilur, ein dukka, eitt ljóðføri o.s.fr. Tað er eisini stuttligt at koyra eina persónliga heilsan av tær og familjuni í eskjuna.
GÁVUHUGSKOT

Leikur

Koyr leikur í sum børnini verða glað fyri, okkurt tey kunnu "klemma" so sum ein bamsa, dukka, sovidýr, fingradukkur, bilar, flúgvari, munnharpa, blokkfloyta, putlispæl, jojo, oyralokkar, hárprýði o.a.

Skúlatilfar

Blýantar, pennar, blýantsspískari, litblýantar, viskileður, lineal, tussjir, blokkar, málibók, brævpappír, pennahús, klistrimerkir o.a.

Heilsurøkt

Hárbust, sápa, vaskilappi, kambur, hárklips o.a.  - NB! Av tollingarávum er ikki longur møguligt at koyra tannkrem í skógvaeskjuna.

Ítróttarlutir

Lítlar bóltar, hoppiband, bóltar at blása upp, sveittaband, svimjibrillur o.a.