- kann hetta koyrast í eskjuna?

Kann eg koyra kortspøl í eskjuna?

Ja, vanlig kort eins væl og Uno og líknandi.

Hvussu við lítlum leikum s.s. eiturkoppum, slangum, skordýrum?

Hesi leiku eru loyvd uttan so, at tey síggja so nátúrlig út, at tey kunnu ræða eitt barn.

Kunnu battarí í eskjuna?

Ja, men um tey skulu liggja leys í eskjuni, so skulu báðir endarnir dekkast við klistri.

Kann eg koyra málisett og límfløskur?

Nei, hesi bæði eru flótandi og kunnu tí ikki koyrast í eskjuna. Men farvur, ið ikki eru flótandi, og límstiftir kunnu gott koyrast í.

Kunnu sett við neglaútgerð, skrúvur, skúvubløð og hamara í eskjuna?

Ja, í skógvaeskjur til 10 – 14 ára gomul. Tað einasta, ið ikki skal í, er sagir og lummaknívar. Vinarliga tryggja tær, at allir smálutir og hvøss ting eru pakkað, so barnið ikki fær skaða, tá tað stingur hondina niður í skógvaeskjuna.

Kann eg koyra saks í eskjuna?

Ja, um teir eru hóskandi til børn. Best er, um teir ikki eru spískir ella eru partir av einum setti.

Kunnu ting við áskriftum koyrast í eskjuna?

Um barnið kann vera í ella brúka tingini uttan at síggja út sum ein hermaður, so kunnu tey koyrast í eskjuna. Ljósareyð ella litað áskrift er í lagi og somuleiðis blýantar og pengamappur við áskrift.

Kann eg koyra vatnbyrsur í eskjuna?

Einki, ið minnir um ella kann takast feil við vápn, verður góðtikið?

Kann eg koyra gløðiljós í eskjuna?

Nei, einki flótandi kann verða sent!

Kunnu vátserviettar í eskjuna?

Ja, vátserviettar innihalda ikki so nógv vatn, at teir kunnu oyðileggja nakað annað í eskjuni. Vit viðmæla tó, at teir verða koyrdir í ein plastikposa.

Kann eg koyra í eskjuna gummibóltar, ið hava flótandi glitur í?

Nei, teir eru ikki hóskandi, tí at innihaldið er flótandi.

Kann góðgæti koyrast í eskjuna?

Góðgæti skal ikki koyrast í eskjurnar. Hetta kemst av, at reglurnar fyri innflutningi úr Onglandi eru vorðnar strangari. Ítøkiligar upplýsingar um innihald, og hvussu leingi vøran heldur, er ikki altíð til at skilja allastaðni og kunnu verða orsøk til, at bingjurnar verða steðgaðar á landamørkunum. Við at taka alt góðgæti úr eskjunum, vóna vit, at sleppa undan forðingum, og at eskjurnar náa fram til børn í øllum londunum, vit lata eskjur til.

Kann eg koyra lipgloss í eskjuna?

Lipgloss er flótandi og kann tí ikki koyrast í eskjuna. Varrastift og feittstift kunnu tó koyrast í.

Kann eg koyra tannkrem í eskjuna?

Tannkrem verður ikki mett sum hóskandi at koyra í eskjurnar. Orsøkin er tann sama, sum við góðgæti.

Kann eg koyra Play-Doh, modellerivoks, í eskjuna?

Ja, tað kann koyrast í. Summi børn kunnu tó hugsa, at tað er etandi, so best er at pakka saman við onkrum at sera við ella sum eitt sett.

Kunnu lítil spegl, ið eru til at opna, koyrast í eskjuna?

Ja, tí skuldi tað hent, at speglið brotnar, so er tað innpakkað.

Kann eg koyra klædnapløgg ella skógvar í eskjuna?

Vit viðmæla ikki at koyra stór pløgg ella skógvar í eskjuna, tí tað rúgvar ov mikið. Vit vilja fegin, at børnini fáa eina eskju við ymiskum lutum, ið teimum fer at dáma, læra av ella spæla við. Lítil pløgg s.s. húgvur, handskar, hosur er tó frálíkt, so leingi tað ikki fyllir ov nógv í eskjuni.

Eru heimagjørd og bundin ting hóskandi at koyra í eskjurnar?

Ja, dygdar handgjørd ting s.s. húgvur, turrikløð, taskur, pennahúsar, dukkur og onnur leiku kunnu koyrast í. Tó, um fylla skal í tingini, so skal toy brúkast til fyllu. Leiku, ið eru gjørd úr timbri eru væl hóskandi, men ikki ting, ið eru gjørd úr øðrum burturkasti s.s. plastikproppum.

Kann eg koyra reinførisbind í eskjuna?

Tað er í lagi at koyra reinførisbind í eskjur til gentur, ið eru 10 – 14 ár. Hav tó í huga, at eskjurnar verða ofta opnaðar, meðan bæði gentur og dreingir eru saman, so legg tey niðast og legg onnur áhugaverd ting omaná.

Samaritan’s Purse leiðir fleiri aðrar verkætlanir fyri kvinnur í menningarlondum sum okkara fyrsta prioritet til hetta umráðandi evni, so vit fara ikki aktivt inn at geva reinføristilfar í samband við skógvaeskjur, men hava einki ímóti, at tey, ið gera skógvaeskjur, koyra hetta í.

Kann eg koyra seymisett í eskjurnar?

Ja, til til tey 10 – 14 ára gomlu. Vinaliga ansa eftir, at alt, ið er leyst og hvast, er væl pakkað inn, so barnið ikki fær skaða, um tað stingur hondina niður í eskjuna.

Skulu gávurnar hava merkiseðil ella verða í innpakningi?

Tað er ikki neyðugt, at merkiseðlar og innpakningur er við, men um um upplýsingar um tingini eru á, so má tað við t.d. byggivegleiðingar til lego. Vit vilja eisini fyrisláa at tannbustir, sápustykki og onnur reinføristing eru í pakningi.

Kann eg koyra egna adressu í eskjuna?

Tað er upp til hvønn einstakan. Um tú koyrir egna adressu í, kanst tú koma út fyri at fáa brøv, har biðið verður um pening, men tú kanst eisini fáa takkarskriv. Ein annar møguleiki er at koyra eina meira neutrala adressu í s.s. kirkju, samkomu ella skúla. Óansæð hvat tú velur, so dáma børnini væl at fáa eina mynd av gevaranum og goyma hana ofta í áravís.

Hvussu veit eg, hvat veðurlag eg skal pakka til?

Tíverri er tað oftast ikki møguligt at siga, hvar eskjan verður send, áðrenn tú pakkar hana. Men okkara royndir eru, at ting sum vøttir, húgvur o.l. eru vælmóttikin allastaðni. Í veruleikanum eru tað ofta hesi ting, ið vera fyrst roynd, tá eskjan verður opnað. Um tú ert stúrin fyri hesum, so pakka soleiðis, at tingini kunnu verða brúkt allastaðni óansæð veðurlag.

Hví kann eg ikki senda átrúnaðarligan lesna við eskjuni?

Vit senda ikki politiskan ella átrúnaðarligan lesna í skógvaeskjunum, tí gávan sjálv skal vera einføld og óheft. Hetta gevur eisini lokalu kirkjunum frælsi at stýra samskiftinum í teirra samfelag. Lesnaður, ið kemur úr samanhangi hjá gevaranum og á hansara máli, eisini kristin lesnaður, kann ørkymla børnini.

Í staðin fyri arbeiðir Operation Christmas Child hart at stuðla lokalu kirkjunum at miðla jólaboðskapin um nýtt lív í Jesusi á ein barnavinarligan hátt. Hetta verður gjørt bæði í orðum og gjøgnum The Greatest Gift og The Greatest Journey - tilfar á lokalu málunum. Har lokalu samarbeiðsfólkini hjá Christmas Child meta, at tað ikki er hóskandi, har verður tað ikki gjørt.

Kann eg senda brúkt ting?

Vit kunnu ikki senda sjónliga brúkt ting, tí flestu tollreglur krevja, at tingini eru nýggj. Harafturat eru nógv børn tilvitað og leggja til merkis, um tey fáa brúkt ting, meðan onnur rundan um tey fáa nýggj, ið eru keypt júst til teirra. Eftir okkara tykki hava børnini ofta so lítið, at tey hava uppiborið tað besta.

Kann eg senda barnabøkur?

Ja, tú kanst senda bøkur, men vinaliga hav í huga, at børnini helst ikki fáa lisið tektin, so send heldur bøkur við nógvum myndum.