NÝGGJASTU TÍÐINDI

Posta út tann:
30
10
2020

3513 eskjur, umframt 224 keyptar online

3513 væl pakkaðar skógvaeskjur av landinum, umframt 224 keyptar online


Hóast nógvar broytingar í liviumstøðunum hjá bæði føroyingum og fólki aðrastaðni, so eydnaðist okkum at senda 3513 væl pakkaðar skógvaeskjur av landinum í vikuni. Í ár fara skógvaeskjurnar umvegis Ongland til Liberia og Nigeria. Harumframt eru 224 eskjur bílagdar úr Føroyum á heimasíðuni hjá Christmas Child í Onglandi, so samanlagt hava føroyingar tann 29. oktober givið 3737 eskjur.

Tað er gleðiligt, at børn, ið ikki eru so væl bjargað sum vit føroyingar, fáa eina góða gávu, nú jólini nærkast og harafturat fáa ein møguleika at hoyra tey góðu tíðindini um, at bjarging er at fáa í Jesusi.


Vit takka hjartaliga føroyingum, at tit taka so væl undir í hesum arbeiði og biðja eftir, at Harrin skal signa tykkum og tey, ið fáa eskjurnar, ið tit hava sent.

Hóast eskjurnar eru farnar av landinum, so ber framvegis til at keypa eskjur á netinum http://www.christmaschild.fo/keyp-online.html. Hetta er møguligt til jólaaftan, um gávan skal vera givin í 2020, og eftir jól kanst tú framvegis keypa á netinum, men so verður gávan sjálvandi givin í 2021. Minst til, at um tað skal bera til at gjalda við korti á netinum, mást tú hava 3D secure knýtt at tínum gjaldskorti. Hetta kanst tú gera við at seta teg í samband við tín peningastovn.

Og tað ber bert til at keypa online á hesum browsarunum: Firefox og Internet Explorer.

PDF-fíl
Børn í UkraineHugskot til at koyra í skógvaeskjuna
No items found.

Sí fleiri tíðindi her:

Eskjuinnsavnan 2024
Les meira
Christmas Child filmur fyri 2024
Les meira
Skógvaeskjur á veg til Ukraina
Les meira
Christmas Child filmurin fyri 2023
Les meira
Her fáast prentaðir faldarar og prentaðar plakatir
Les meira
Skógvaeskjurnar 2023
Les meira
Føroyingar gleða 3586 ukrainsk børn
Les meira
Her kunnu eskjurnar latast inn
Les meira
Sí video: Osla gjørt 43 skógvaeskjur
Les meira
Vitjan úr Onglandi
Les meira
Faldarar & plakatir kunnu heintast
Les meira
Send bræv við eskjuni.
Les meira