Keyp skógvaeskjuna online

Nú ber til at keypa eina skógvaeskju online

Vinarliga trýst á linkið niðanfyri:

https://shoeboxonline.samaritans-purse.org.uk/

 

Hesar eskjurnar verða keyptar gjøgnum Christmas Child í Onglandi. Ein eskja kostar 20 pund, og síðani ber eisini til at stuðla kunningartilfari og frakt við 5 pundum. Í føroyskum kr. er tað umleið 220 kr.

 

NB! Vit skulu gera vart við,  at tað bert ber til at keypa online á hesum browsarunum

Firefox og Internet Explorer

 

Uppdatering

Nú er komin ein uppdatering, soleiðis at nú ber til at brúka serføroyskar bókstavir:

"ú, ó, í, ú og ð"

Minst til at tú eisini má hava 3D secure knýtt at tínum gjaldskorti fyri at kunna gjalda við tí.

Hetta kanst tú gera við at seta teg í samband við tín peningastovn.

 

Tíðarfreist 24. desember

Tað ber til at keypa eina skógvaeskju online til jólaaftan 24. des. fyri hetta árið.

 

 

 

 

Tá uppgjørt verður, hvussu nógvar eskjur eru úr Føroyum, telja eskjurnar, ið eru keyptar á netinum úr Føroyum, við.

 

 

 

Christmas Child Føroyar

info@christmaschild.fo

Um onkur ynskir at stuðla Christmas Child í Føroyum, ber til at flyta pening á hesa konto í Betri Banka:

Reg.nr.: 9181 -  Konto nr.: 1403917

Copyright © 2017 Christmas Child Føroyar