Tann 26. okt. var stóri innsavningardagurin av skógvaeskjum 2025 kring landið. Tá talt var upp, fóru 3123 eskjur úr Føroyum til antin Ukraina ella til Miðasia. Vit biðja eftir, at hvør einasta eskja verður til gleði og eggjan fyri tey, ið taka ímóti. Umframt tær 3123 eskjurnar, ið vóru innsamlaðar i Føroyum, so eru harafturat keyptar 171 eskjur av føroyingum á netinum. Vit takka hjartaliga teimum føroyingum, ið vóru við til at senda eskjur til treingjandi børn úti í heimi. Vit kunnu leggja afturat, at enn ber til at keypa eskjur á netinum her

3123 skógvaeskjur fyltar við kærleika og góðum gávum eru farnar við skipi hjá Faroeship til Onglands!