Uppskriftir

Dukkuhandski

Dukkuhandskar

Hetta skalt tú brúka: Ullint tógv til stokkar nr. 4 (brúka ymiskar litir)

Kasta 44 eygu à stokkar nr 4. Bind 6 umfør rangt og rætt (rond). Bind síðani 24 umfør av sløttum (her kunnu tit binda ymiskar strípur við ymiskjm litum).

Tá hesi 24 umfør eru liðug, kastar tú 10 eygu eyka á í byrjanini av stokkinum.

Bind nú 22 eygu fram og vend arbeiðinum og kasta 10 eygu á einaferð enn, nú eru 42 eygu á. (lat hini 22 eyguni hvíla, koyr tey á einar eyka stokkar ella nál og bind hvørja síðu lidna fyri seg)

Bind síðani soleiðis hvørja síðu:

Bind 6 umfør , men meðan tú gert hettar, bindur tú perlubinding á teimum fyrstu 4 eygunum og eisini 4 teimum seinastu eygunum á hvørjum stokki.

Læs 12 eygu av og bind til endan á stokkinum. Vend og læs 12 eygu av aftur. Nú eru 18 eygu eftir.

Skift til hvítt tógv til høvd. Bind 10 umfør.

Skift lit til til húgvuna (og bind eisini strípur): Bind 2 umfør. Bind síðani 13 umfør, og meðan tú gert hetta, skal tú samstundis taka av á 2. hvørjum umfari soleiðis: Tak 2 eygu saman í byrjanini á stokkinum á hvørjum stokki (á rætuni og á ranguni). Bind síðani til 3 eygu eru eftir. Síðani bindur tú perlubinding 2 umfør. Tak av og slít tráðin.

So fara vit í holt við hina síðuna (tey 22 eyguni sum er á tí eyka nálini /stokkinum): Kasta 10 eygu eyka á í byrjanini av stokkinum. Bind nú til endan á stokkinum íalt 32 eygu, vend arbeiðinum og kasta 10 eygu á einaferð enn (íalt 42 eygu).

Bind 6 umfør , men meðan tú gert hettar, bindur tú perlubinding á teimum fyrstu 4 eygunum og eisini 4 teimum seinastu eygunum á hvørjum stokki.

Læs 12 eygu av og bind til endan á stokkinum. Vend og læs 12 eygu av aftur. Nú eru 18 eygu eftir.

Skift til grønt tógv (sum hár aftan). Bind 10 umfør.

Bind nú húgvuna (og bind eisini strípur): Bind 2 umfør. Bind síðani 13 umfør, og meðan tú gert hetta, skal tú samstundis taka av á 2. hvørjum umfari soleiðis: Tak 2 eygu saman í byrjanini á stokkinum á hvørjum stokki (á rætuni og á ranguni). Bind síðani til 3 eygu eru eftir. Síðani bindur tú perlubinding 2 umfør.

Tak av og slít tráðin.

Brodera eygu, nøs og munn. Seyma saman!

(Tú kanst binda ymiskar strípur, bara ger sum tú hevur hug og hugflog)


Takk fyri!

Tak uppskrift niður sum PDF- fíl her

Sí fleiri uppskriftir niðanfyri

No items found.