NÝGGJASTU TÍÐINDI

Posta út tann:
16
09
2022

Arma og Ana vitja okkum frá 29. sept. til 2. okt. 2022

Mánaðarskiftið septembur/oktobur fær Christmas Child í Føroyum vitjan úr Onglandi. Tær, ið koma at vitja, eru Arma Nobel og Ana Goia. Saman við nevndini koma tær at vitja og greiða frá ymsastaðni í Føroyum.

Arma Nobel er økisleiðari fyri Christmas Child í Skotlandi.

Innan fyri Christmas Child er tað so, at Føroyar hoyra til Skotland.

Hon fer at greiða frá um eskjurnar, ið vóru sendar til Ukraina í fjør, og um hvussu eskjur aftur í ár verða sendar til krígsrakt børn har um leiðir. Harafturat fer hon at greiða frá umsorganar- og hjálpararbeiðnum hjá Samaritan’s Purse.

Saman við Armu kemur eisini Ana Goia, ein sokallaður “Full Circle” talari. Hetta merkir, at hon sum barn hevur fingið eina skógvaeskju sum gávu og nú sum vaksin virkar innan fyri Christmas Child. Ana fekk eina skógvaeskju sum barn í Rumenia. Í dag býr og arbeiðir hon í Onglandi. Hon fer at greiða frá, hvørja ávirkan tað fekk á hennara lív, at hon fekk eina skógvaeskju sum smágenta.

Skráin hesar dagarnar, ið vitjanin er, sær soleiðis út:

Fríggjakvøldið 30. sept. kl. 20:  Í Kelduni í Skálabotni er Kaféhugnaløta. Til hesa løtuna koma Suð, Heine Lützen og Magni Christiansen at syngja.
Leygarkvøldið 1. okt. kl. 18:  í Vón í Skopun.
Sunnudagin 2. okt. kl. 11:  Har greiða tær frá á møtinum í Lívdini í Hoyvík
Sunnudagin 2. okt. kl. 18:  Í K.F.U.M. & K. í Klaksvík

Øll eru hjartaliga vælkomin til øll tiltøkini saman við teimum báðum Anu og Armu.

(myndir niðanfyri: Nr. 1: Arma og Ana / Nr. 2: Børn í Ukraina fáa skógvaeskjur)

PDF-fíl
Børn í UkraineHugskot til at koyra í skógvaeskjuna
No items found.

Sí fleiri tíðindi her:

Turið fer við til Namibia at býta skógvaeskjur út!
Les meira
Skúlabólkur samlar skógvaeskjur inn!
Les meira
Skógvaeskjur gleða børn í Zimbabve!
Les meira
Filmklipp úr Rumenia
Les meira
Jólaheilsan 2016
Les meira
Í ár komu 4833 skógvaeskjur inn
Les meira
Videolagið: Kærleiki í eskju
Les meira
Fitt bamsa til skógvaeskjuna
Les meira
Kunnandi fundur um Christmas Child 30. august
Les meira