NÝGGJASTU TÍÐINDI

Posta út tann:
24
01
2018

Turið fer við til Namibia at býta skógvaeskjur út!

Í apríl mánaða fer Turið Heinesen við einum bretskum liði hjá Operation Christmas Child til Namibia at býta skógvaeskjur út.

       
Alt arbeiðið í OCC í Føroyum verður gjørt sjálvboðið. Túrurin til Namibia er tó so mikið kostnaðarmikil, at tað hevði komið væl við, um onkur vildi stuðla við útreiðslunum.

Um ynski er at stuðla, ber til at flyta peningin á kontu í Betri banka 9181 - 1403917 og viðmerk ”Namibia”.

       
Kanska undrast onkur, hví "jólagávur" verða býttar út í apríl mánaða. Men í nøkrum londum tekur tað langa tíð at frakta og koma ígjøgnum tollin, so um pakkarnir skuldi verið býttir út á jólum, so høvdu vit verið noydd at samla teir inn um summarið.

Børnini í t.d. Namibia leggja ikki í, um tey ikki fáa gávurnar á jólum, tí tey eru ikki von at fáa gávur.

Endamálið er tó at fortelja gleðiboðskapin um ta størstu gávuna, ið givin er, Jesus Kristus, og tann boðskapurin er viðkomandi alt árið.

PDF-fíl
Børn í UkraineHugskot til at koyra í skógvaeskjuna
No items found.

Sí fleiri tíðindi her:

Skógvaeskjur á veg til Ukraina
Les meira
Christmas Child filmurin fyri 2023
Les meira
Her fáast prentaðir faldarar og prentaðar plakatir
Les meira
Skógvaeskjurnar 2023
Les meira
Føroyingar gleða 3586 ukrainsk børn
Les meira
Her kunnu eskjurnar latast inn
Les meira
Sí video: Osla gjørt 43 skógvaeskjur
Les meira
Vitjan úr Onglandi
Les meira
Faldarar & plakatir kunnu heintast
Les meira
Send bræv við eskjuni.
Les meira
Skógvaeskjurnar 2022 til ukrainsk børn
Les meira
Faldari og plakatir 2022
Les meira