NÝGGJASTU TÍÐINDI

Posta út tann:
26
08
2016

Kunnandi fundur um Christmas Child 30. august

Kæru Christmas Child kontaktpersónar! Nú verður tað skjótt, at vit skulu finna skógveskjurnar fram, tí nú fara vit aftur at pakka Christmas Child pakkar til fátøk og einsamøll børn í Rumenia.

Hetta arbeiðið hevur verið gjørt um allar Føroyar síðani 2004 og hevur verið stuðlað av øllum kirkjum og samkomum í landinum, umframt at summir skúlar, barnagarðar og dagtilhald hava tikið so dyggiliga undir við tí.

Tað vil siga, at bæði børn, vaksin og eldri fólk eru ein partur av hesum týdningarmikla arbeiði. Tað eru vit ómetaliga takksom fyri.Seinastu 5 árini eru umleið 5000 eskjur komnar inn, og í fjør settu vit met og sendu 5499 gávur úr Føroyum til børn í Rumenia. Vit kunnu ikki krevja, at talið veksur hvørt ár, men okkara ynski og bøn er, at vit liggja um tær 5000 aftur í ár. Tað er tykkum fyri at takka, at hetta arbeiðið gongur so væl ár eftir ár.

Ætlanin er at hava kunnandi fund um Christmas Child tann 30. august 2016,kl. 19.30 í Kelduni, Skálafjarðavegur 26, Skálafjørður

Fundarskrá.

       
  • 1) Innleiðing og sangur v/ Hervør Sabinu á Torkilsheyggi
  •    
  • 2) Miriam greiðir frá tí, ið hendir í Rumenia áðrenn og aftan á, at pakkarnir eru handaðir    
  •    
  • 3) Osla sigur nakað um tað fíggjarliga    
  •    
  • 4) Turið sigur frá mannagongd á Pakkhúsinum og vísir tøl yvir, hvussu gongdin hevur verið síðani 2003, tá fyrstu ferð vóru sendir pakkar úr Føroyum    
  •    
  • 5) Rumensk børn fara at syngja fyri okkum    
  •    
  • 6) Hanna vísir Christmas Child filmin 2016    
  •    
  • 7) Spurningar    
  •    
  • 8) Luttakandi fáa faldarar og plakatir fyri 2016, sum tey kunnu býta út í sínum øki    
  •    
  • 9) Drekka, køkur og frukt.    
Øll eru hjartaliga vælkomin!
PDF-fíl
Børn í UkraineHugskot til at koyra í skógvaeskjuna
No items found.

Sí fleiri tíðindi her:

Turið fer við til Namibia at býta skógvaeskjur út!
Les meira
Skúlabólkur samlar skógvaeskjur inn!
Les meira
Skógvaeskjur gleða børn í Zimbabve!
Les meira
Filmklipp úr Rumenia
Les meira
Jólaheilsan 2016
Les meira
Í ár komu 4833 skógvaeskjur inn
Les meira
Videolagið: Kærleiki í eskju
Les meira
Fitt bamsa til skógvaeskjuna
Les meira
Kunnandi fundur um Christmas Child 30. august
Les meira