NÝGGJASTU TÍÐINDI

Posta út tann:
02
10
2021

Hvar fara eskjurnar í 2021?


Sum kunnugt hoyra Føroyar til Ongland, tá um Christmas Child ræður. Undanfarin ár hevur tað verið so, at vit hava vitað, áðrenn eskjurnar verða sendar úr Føroyum, hvaðar tær fara. Umstøðurnar í heiminum – og kanska serliga í Bretlandi – eru sera nógv broyttar seinastu tvey árini, og hetta hevur m.a. havt við sær broytingar í, hvaðar eskjurnar verða sendar. Nevndin hevur roynt í fleiri umførum at fingið at vita úr Onglandi, hvaðar eskjurnar úr Føroyum fara í ár, men tað er tíverri enn ógreitt.


Brúk er fyri heitum hosum og húgvum

Í fleiri undanfarin ár eru eskjurnar farnar til Rumenia, har tað er kalt um veturin. Seinasta ár fóru tær til Liberia, ið vit vanliga hugsa sum eitt heitt land. Men tað er stórur munur á hitanum um dagin og um náttina, so har hava tey eisini brúk fyri heitum hosum og húgvum. T.v.s., hóast vit ikki enn vita, hvaðar eskjurnar fara, so kunnu vit gott pakka tær soleiðis, sum vit annars hava gjørt. Heitar húgvur, hosur o.s.fr. er vælkomið.


Tá vit vita, hvar tær fara, so skulu vit kunna um tað, men tað er enn óvist, um tað verður áðrenn innlatingarfreistina 31. okt.


Vónandi verða nógvar eskjur sendar úr Føroyum, her vit hava tað so gott, til treingjandi børn, líkamikið hvørjum landi tað so er í.


Faldarar og plakatir

Um tað er onkur, ið manglar ella hevur tørv á fleiri plakatum og faldarum, so ber til at heinta tað í Logos bókhandli í Havn. Har er opið seinnapart týsdag til fríggjadag.

Seinasta freist at lata eskjurnar inn er 31. okt. 2021

PDF-fíl
Børn í UkraineHugskot til at koyra í skógvaeskjuna
No items found.

Sí fleiri tíðindi her:

Eskjurnar úr Føroyum fara til Liberia
Les meira
3372 eskjur til treingjandi børn
Les meira
Tíðarfreistin longd vegna korona støðuna
Les meira
Hvar fara eskjurnar í 2021?
Les meira
Rebeca ferðast aftur til Rumenia!
Les meira
Kunningarfundir í Klaksvík og Tórshavn
Les meira
Takk fyri skógvaeskjuna!
Les meira
3513 skógvaeskjur, umframt 224 keyptar online
Les meira
Keyp við gjaldskorti á netinum
Les meira
Eskjurnar úr Føroyum fara til Nigeria ella Liberia
Les meira
Broyting viðvíkjandi hvat kann fara í eskjurnar!
Les meira
4.064 skógvaeskjur sum nú eru á veg til Onglands og síðani til Rumenia.
Les meira