NÝGGJASTU TÍÐINDI

Posta út tann:
06
11
2022

Føroyingar gleða 3586 ukrainsk børn

Aftur í ár hava fleiri føroyingar verið við til at gleða børn úti í heimi við at senda eina jólagávu. Í vikuni vóru 3461 skógvaeskjur sendar av landinum til Onglands, haðani tær fara víðari til Ukraina.

Í ár fara føroysku eskjurnar til krígsrakt børn í Ukraina ella til ukrainsk børn, ið eru flýdd til grannalondini. Umframt hesar eskjurnar so hava føroyingar eisini keypt eskjur á netinum. Í farnu viku høvdu føroyingar tilsamans keypt 125 eskjur á netinum. Hesar fara eisini til neyðstødd børn. So samanlagt hava føroyingar higartil í ár latið 3586 eskjur.

Christmas Child Føroyar takkar øllum, ið hava sett tíð og pening av til at pakka hesar eskjurnar, eins og vit takka fyri stóra vælvild í samband við at savna eskjur inn runt í landinum og at fáa sent tær víðari. Vit takka bæði einstaklingum og fyritøkum í Føroyum. Nógvar tænastur eru veittar okkum ókeypis.

Vit biðja eftir, at hesar eskjur skulu verða til signing fyri tey, ið fáa tær, og at tær kunnu í eitt lítið mát vísa á ta allarstørstu jólagávuna, at Jesus lat seg føða inn í heimin at bjarga mannaættini.

Enn ber til at keypa eskjur á netinum. Leinki til nethandilin er her

PDF-fíl
Børn í UkraineHugskot til at koyra í skógvaeskjuna
No items found.

Sí fleiri tíðindi her:

3.123 skógvaeskjur fyltar við kærleika og vón!
Les meira
Seinasta freist at lata skógvaeskjurnar inn í 2025!
Les meira
Eskjurnar úr Føroyum fara í ár til Ukraina og Miðasia
Les meira
Eskjurnar í 2025
Les meira
3563 skógvaeskjur fyltar við kærleika og vón!
Les meira
Lissi Hansen sigur frá um Christmas Child skógvaeskjunum í Lindini
Les meira
Eskjuinnsavnan 2024
Les meira
Christmas Child filmur fyri 2024
Les meira
Skógvaeskjur á veg til Ukraina
Les meira
Christmas Child filmurin fyri 2023
Les meira
Her fáast prentaðir faldarar og prentaðar plakatir
Les meira
Skógvaeskjurnar 2023
Les meira