NÝGGJASTU TÍÐINDI

Posta út tann:
20
11
2021

3372 eskjur til treingjandi børn.

Hósdagin 18. november fóru 3155 væl pakkaðar skógvaeskjur úr øllum landinum avstað við Faroeship. Harafturat eru 217 eskjur keyptar á netinum. Hetta er nakað minni enn undanfarin ár, og helst hevur Koronastøðan í landinum havt sína ávirkan. Nógvar av eskjunum verða samlaðar í sunnudagsskúlum, kirkjum og samkomum, og tá tað í fleiri støðum í landinum ikki hevur borið til at koma saman, so var tað væntandi, at færri eskjur komu inn.

Vit takka hjartaliga fyri hvørja einastu eskju og biðja eftir, at tær verða til gleði og signing fyri tey børn, ið fáa tær. Vit takka kontaktfólkunum kring landið, einstaklingum annars og fleiri fyritøkum í landinum fyri beinasemi og hjálp í samband við innsavnina av eskjunum 2021.

Hóast tað hevur verið nakað tvørligt at samla eskjur, so er tørvurin á teimum úti í heimi størri enn nakrantíð, og vilja vit tí minna á, at til 24. des. ber til at keypa eskjur á nethandlinum, ið leinki er til á heimasíðuni:

https://www.christmaschild.fo/tilfar/keyp-online

PDF-fíl
No items found.

Sí fleiri tíðindi her:

Skúlabólkur samlar skógvaeskjur inn!
Les meira
Skógvaeskjur gleða børn í Zimbabve!
Les meira
Filmklipp úr Rumenia
Les meira
Jólaheilsan 2016
Les meira
Í ár komu 4833 skógvaeskjur inn
Les meira
Videolagið: Kærleiki í eskju
Les meira
Fitt bamsa til skógvaeskjuna
Les meira
Kunnandi fundur um Christmas Child 30. august
Les meira