Brøv frá børnum

Bræv 5: Rumenia

1. juni 2015:
Drongur úr Norðskála hevur fingið bræv aftur úr Rumenia!

Í oktober í fjør pakkaði 5 ár gamli Levi Debes av Oyri eina skógvaeskju, sum hann gav til Christmas Child.

Henda pakkan fekk 10 ára gamli Mario úr Rumenia. Nú hevur Levi fingið bræv úr Rumenia frá dreinginum, sum fekk hansara pakka.

Tað er altíð stuttligt, tá børn úr Føroyum fáa bræv frá børnum í Rumenia, sum hava móttikið teirra pakka.

Mario gevur eisini Levi sína adressu, so hann hevur møguleika at senda honum eina heilsan. Eisini gevur hann honum sítt telefon nummar og sigur, at tað hevði glett hann, um hann hevði ringt til sín ☺

Á myndini ovast: : Her er ein mynd av Levi við brævinum í hondini.

Hetta skrivar Mario í brævinum (sí mynd niðanfyri):

No items found.

Sí fleiri brøv niðanfyri