NÝGGJASTU TÍÐINDI

Posta út tann:
27
09
2025

Seinasta freist 2025:

Seinasta freist at lata skógvaeskjurnar inn er 26. oktober !

Eskjurnar kunnu latast inn her

Eskjurnar úr Føroyum í ár fara til Ukraina og Miðasia !

  Undanfarin ár hava vit sent skógvaeskjur til lond í Eysturevropa, har heitar húgvur eru vælkomnar, men í ár far eskjurnar til Vesturafrika. Hvat kunnu vit so koyra í eskjurnar? Kunnu vit framvegis koyra heitar húgvur, hosur o.l. í?

  Eskjurnar eru ætlaðar børnum, so ting at spæla við eru altíð vælkomin. Í Vesturafrika er stóru munur á hitanum, tá hann er lægstur, og tá hann er hægstur í einum og sama degi. Um middagin kann hitin gott vera eini 30 stig, meðan um nátturðatíð kann hitin vera fallin eini 15 stig. 15 stig er ein góður hiti hjá okkum í Føroyum, men tá tað fyrr upp á dagin hevur verið dupult so heitt, so virkar tað kalt, tá hitin kemur har niður. Fólkið í Afrika, serliga børnini, dáma væl at lata seg í eitt nú heitar húgvur og hosur, ið tey hava fingið úr skógvaeskjunum, tá kvøldið kemur.

  Hetta hevur við sær, at vit framvegis gott kunnu koyra heit pløgg, s.s. hosur og húgvur í skógvaeskjurnar.

PDF-fíl
Børn í UkraineHugskot til at koyra í skógvaeskjuna
No items found.

Sí fleiri tíðindi her:

Í ár komu 4833 skógvaeskjur inn
Les meira
Videolagið: Kærleiki í eskju
Les meira
Fitt bamsa til skógvaeskjuna
Les meira
Kunnandi fundur um Christmas Child 30. august
Les meira