NÝGGJASTU TÍÐINDI

Posta út tann:
21
09
2025

Eskjurnar úr Føroyum í ár fara til Ukraina og Miðasia

Vit hava fyrr boðað frá, at eskjurnar úr Føroyum í ár fara til Vesturafrika og Asia, men nú hava vit fingið onnur boð úr Onglandi.

Christmas Child Føroyar harmast um, at ymisk boð koma, men eskjurnar úr Føroyum fara í ár til Ukraina og Miðasia

Børnini hava brúk fyri heitum húgvum, hosum, vøttum o.l., so tað kemur væl við at fáa. Umframt heit pløgg, so eru eisini fleiri onnur hugskot til, hvat vit kunnu koyra í eskjurnar í faldarunum og á heimasíðuni www.christmaschild.fo.

Leggjast kann afturat, at umframt, at tað ber til at fylla eskjurnar við kærleiksgávum úr Føroyum, so ber eisini til at keypa eskjur online á heimasíðuni hjá Chritsmas Child.

Trýst á hesa leiknuna  “Keyp skógvaeskjuna online

Vit vóna, at føroyingar aftur í ár vilja gleða børn við at senda skógvaeskjur fyltar við gávum. Fleiri av teimum børnunum, ið fáa eskjur, fáa helst onga aðra jólagávu, og hjá fleiri er tað helst fyrstu ferð, at tey fáa eina jólagávu.

Seinasta freist at lata eskjurnar inn er 26. oktober 2025!

PDF-fíl
Børn í UkraineHugskot til at koyra í skógvaeskjuna

Børnini í Ukraina og Miðasia hava brúk fyri heitum húgvum, hosum, vøttum o.l.

No items found.

Sí fleiri tíðindi her:

Í ár komu 4833 skógvaeskjur inn
Les meira
Videolagið: Kærleiki í eskju
Les meira
Fitt bamsa til skógvaeskjuna
Les meira
Kunnandi fundur um Christmas Child 30. august
Les meira