NÝGGJASTU TÍÐINDI

Posta út tann:
04
09
2025

Eskjurnar í 2025

Í mong ár hava føroyingar verið sera raskir at sent skógvaeskjur til børn kring heimin. Ofta eru eskjurnar farnar til lond í eystara parti av Europa s.s. Rumenia og Ukraina.

Aftur í ár fara vit at senda Christmas Child eskjur av landinum seinast í oktober mánaða. Christmas Child í Føroyum arbeiðir saman við Christmas Child í Onglandi. Úr Onglandi hava vit fingið at vita, at eskjurnar í ár verða sendar til øki í heiminum, har kristin verða atsøkt fyri sína trúgv, og hesa ferð verða tær sendar til Vesturafrika og Asia.

Vit vóna, at tað fer at eydnast okkum at senda nógvar eskjur av landinum aftur í ár.

PDF-fíl
Børn í UkraineHugskot til at koyra í skógvaeskjuna

Ofta eru eskjurnar farnar til lond í eystara parti av Europa s.s. Rumenia og Ukraina. Í ár verða eskjurnar sendar til Vesturafrika og Asia

No items found.

Sí fleiri tíðindi her:

Fitt bamsa til skógvaeskjuna
Les meira
Kunnandi fundur um Christmas Child 30. august
Les meira