Myndir

Um hálvan desembur 2013 fór seinasti lastbilur úr Onglandi við kós ímóti Rumenia. Í lastini vóru tær 5.230 skógvaeskjurnar úr Føroyum

Um hálvan desembur 2013 fór seinasti lastbilur úr Onglandi við kós ímóti Rumenia. Í lastini vóru tær 5.230 skógvaeskjur, sum vit í Føroyum høvdu pakkað til fátøk børn í Rumenia. - Tað er onki at ivast í, at hesar skógvaeskjur við gávum í eru til gleði fyri tey, sum fáa tær. Allar helst einasta jólagávan tey fáa.

Sum vit síggja á myndunum, so eru gávurnar býttar út á ymiskum støðum. Onkur hevur verið heima og vitjað familjur við nógvum børnum og givið øllum børnunum eina skógvaeskju. Eisini hevur verið vitjað í skúlum, kirkjum og sjúkrahúsum og summa staðni hava tey bara steðga á og býtt gávurnar út, har sum tey hava sæð, at neyðin hevur verið stór.

Myndirnar tala fyri seg - børnini eru sera glað fyri gávurnar, ja so glað, at tey lata tær upp mitt í túninum.

No items found.

Sí fleiri myndir niðanfyri