Uppskriftir

Fingrabamsa

Fingrabamsa

Tógv, sum hóskar til stokkar nr. 4

Kasta 18 eygu uppá og bind stiklavond 10 cm. Kasta 10 eygu uppá til ermu.

Vend og bind 28 eygu og kasta 10 eygu uppá til hina ermuna. Vend og bind 2,5 cm.

Læs 10 eygu av í byrjanini av stokkinum og bint stokkin lidnan.

Vend og ger tað sama við hendan stokkin.  

Bind 7 cm beint upp. Nú er onnur helvtin liðug, og tú kanst antin læsa av ella halda fram og binda hina síðuna.

Tilgerð: Seyma saman, men lat opið vera í neðra. Seyma 2 oyru við at seyma fyri hornini á høvdi-num. Seyma nakrar stingir til eygu, nøs og munn við einum øðrum liti. Snara ella hekla eitt hálstur-riklæði og fest á bamsuna mitt aftan á hálsinum

Tak uppskrift niður sum PDF- fíl her

Sí fleiri uppskriftir niðanfyri

No items found.