HEIMSINS STØRSTA JÓLATILTAK FYRI BØRN

 

Hvørt ár verða yvir 11 milliónir skógvaeskjur latnar børnum í  130 londum. Sjálvboðin fólk og felagsskapir í USA og fleiri  evropeiskum londum, íroknað Føroyar, savna eskjurnar.   Øll, einstaklingar sum felagsskapir, kunnu lata inn skógvaeskjur. Í ár fara eskjurnar til Rumenia.

 

Børnini fáa eskjurnar um jólini. Har møguleiki er fyri tí,  verður bóklingur við bíbliusøgum latin børnunum á teirra máli. Hesin bóklingur sigur teimum veruligu grundina til, at vit halda jól – at Gud gav ta bestu gávuna, son sín Jesus Kristus.

 

HVAT ER CHRISTMAS CHILD?

 

Christmas Child er eitt tiltak, sum seinastu árini hevur glett líðandi børn við at geva teimum eina skóeskju við gávum. Ein skóeskja broytir ikki heimin, MEN hetta hevur havt alstóran týdning fyri mong børn kring heimin, síðani tiltakið byrjaði í 1993. Operation Christmas Child er partur av vælgerandi felagsskapinum Samaritan’s Purse, sum eisini skipar fyri øðrum hjálpararbeiði millum neyðstødd.

  Franklin Graham, sum vitjaði í Føroyum 21. juni í 2015, stjórnar vælgerandi felagsskapinum Samaritan’s Purse, www.samaritanspurse.org, sum m.a. skipar fyri tiltakinum Operation Christmas Child.

 

 

Um Christmas Child

Christmas Child Føroyar

 ©  2017  Christmas Child Føroyar