Vit takka øllum føroyingum!

Nov. 2013

Aftur í ár hava føroyingar so dyggiliga tikið undir við tiltakinum Christmas Child. Vit høvdu eitt ynski um, at talið av eskjum í ár fór at verða omanfyri 5.000, og tað eydnaðist. Talið av eskjum, sum komu inn í ár var 5.230.

 

Vit vilja takka øllum føroyingum, sum hava pakkað eina eskju til eitt barn í Rumenia, sum annars kanska onga gávu hevði fingið á jólum. Vit eru Harranum ómetaliga takksom fyri at tit vildu vera við.

Okkara ynski og bøn til Gud er, at Hann skal signað hvørt einstakt av hesum 5.230 børnunum, sum fara at kenna kærleika Guds ígjøgnum hesa gávu. Harrin signi tykkum øll.

Søgur:

Christmas Child Føroyar

 ©  2017  Christmas Child Føroyar