Tíðindi frá Christmas Child Føroyar

Vit savna eskjur inn í SMS

24 oktober , 2018 :

 

Fríggjadagin  26. oktober frá kl. 10.00 - 19.00

Leygardagin  27. oktober frá kl. 10.00 - 18.00

 

Tá hevur tú høvi til at lata eina ella fleiri pakkaðar skógvaeskjur, sum síðani verða latnar børnum í Rumenia á jólum.

 

Við at leggja kr. 40,00 við hvørja eskju tú letur inn, stuðlar tú eisini flutninginum av eskjunum úr Onglandi.

 

Christmas Child er eitt hjálpararbeiði, sum hevur til endamál at geva fátøkum børnum eina gávu, soleiðis at tey kunnu uppliva, at onkur hugsar um tey. Tað eru fleiri milliónir børn kring heimin, sum ikki hava tað gott og sum ongan góðan eiga. Tá hesi børn fáa eina gávu uttan treytir, kann tað skapa eina gleði og vón í teirra hjarta.


Hetta er 16. árið, at skipað verður fyri hesum tiltaki í Føroyum.


 

Seinasta ár vórðu 4.373 eskjur sendar úr Føroyum.

 


Christmas Child Føroyar

info@christmaschild.fo

Um onkur ynskir at stuðla Christmas Child í Føroyum, ber til at flyta pening á hesa konto í Betri Banka:

Reg.nr.: 9181 -  Konto nr.: 1403917

Copyright © 2017 Christmas Child Føroyar