Tíðindi frá Christmas Child Føroyar

Umráðandi Covid 19 tíðindi!

07 august , 2020 :

 

Hóast alheims Covid 19 umfarssóttin hevur ávirkað lívið hjá milliónum av fólki kring heimin, so heldur Samaritan’s Purse áfram at luta tey góðu tíðindini við evangeliinum og at tæna í Jesu navni.

Vit vilja fegin, at dreingir og gentur kring heimin skulu vita, at Gud elskar tey og hevur ikki gloymt tey í hesum døgum við ótta og ótryggleika. Vit hava álit á Gudi sum vit leggja til rættis at samla eskjur inn seinast í oktober 2020. Sum vit fyrireika innsavningina vilja vit fegin fylgja teimum tilmælum, ið koma frá myndugleikunum, og heita vit tí á tey, ið eru við í hesum verki at fylgja við tilmælunum, ið broytast sum tíðin gongur.

Hvør tann einasta skógvaeskja fylt við gávum, eru ein ítøkilig áminning um Guds kærleika.

Sum hendan ókenda virus spreiðir seg og hevur við sær nógva líðing, hava børn enn størri tørv á stuttleika. Men mest av øllum hava tey tørv á vónini, ið einans er at finna í evangeliinum um Jesus Kristus. Góðu samverkafólk haldið á saman við okkum at luta hesa frálíku vón við gentur og dreingir kring allan heimin. Mong av teimum hava ongantíð hoyrt navnið Jesus. Hvør tann einasta skógvaeskja fylt við gávum, eru ein ítøkilig áminning um Guds kærleika. Tá børn koma til trúgv og verða lærd við The Greatest Journey, fara tey at fortelja vinum og familju um Kristus. Úrslitið verður at familja og samfeløg verða broytt og samkomur ella kirkjur settar á stovn.

Við at fylgja við tilmælunum í teimum ymsu londunum rokna vit við at kunna býta eskjur út kring heimin. Vit arbeiða allatíðina saman við lokalum starvfólkum og sjálvbodnum.

Ein annar stórur møguleiki at spreiða Guds kærleika er at pakka eina eskju á netinum, sí her:

http://www.christmaschild.fo/keyp-online.html

Tað er ein lagaligur og persónligur háttur at geva skógvaeskjur heimanífrá. Tú gert eskjuna persónliga við at velja úr einum lista av gávum, og síðani leggur tú afturat eitt persónligt bræv og eina mynd. Vit pakka gávuna fyri teg og senda avstað.


Christmas Child Føroyar

info@christmaschild.fo

Um onkur ynskir at stuðla Christmas Child í Føroyum, ber til at flyta pening á hesa konto í Betri Banka:

Reg.nr.: 9181 -  Konto nr.: 1403917

Copyright © 2017 Christmas Child Føroyar