Tíðindi frá Christmas Child Føroyar

Levering av skógvaeskjunum hjá Faroe Ship 30. okt. 2019

26 oktober , 2019 :

Góðu samverkafólk kring oyggjarnar!

Túsund takk fyri tykkara stóra arbeiði í samband við Christmas Child. Nógv tiltøk hava verið runt oyggjarnar. Og stóra tøkk skulu tit hava fyri at upplýsa so væl um Christmas Child í tykkara øki.

 

Eskjurnar av landinum!

Nú verður tíð at senda eskjurnar av landinum, og tað er aftur í ár Faroe Ship, sum tekur sær av tí. Pakkarnir skulu koyrast oman í pakkhúsið á havnarøkinum mikudagin 30. oktober millum kl. 10.00 og kl. 15.45. Í ár skulu eskjurnar leverast í tí gráa pakkhúsinum hjá Faroe Ship. Tað er sera týdningarmikið, at eskjurnar verða latnar inn hendan dagin – hvørki áðrenn ella aftaná. Faroe Ship setir eitt starvsfólk av hendan dagin til einans at taka sær av Christmas Child og tí ynskja vit ikki, at arbeiðsfólkið har skal verða órógva av skógvaeskjum dagarnar frammanundan ella dagarnir eftir.

 

Pakkhúsið letur aftur kl. 16.00 og fólkið, ið arbeiðir har, vil sleppa til hús tá, so tað er týdningarmikið at vera har innan ásettu tíð. Umboð fyri Christmas Child eru har og taka ímóti tykkum.

Summi pakka eskjurnar á plattar og koyra plast um áðrenn tær koma til Havnar, og tað er fínasta slag. Men tað skulu verða akkurát 100 eskjur á hvørjum platti, hvørki fleiri ella færri. Um tað eru færri, má ein seðil fylgja við um, hvussu nógvar eskjur eru á plattinum, so vit kunnu pakka plattin liðnan.

 

Vit gleða okkum at síggja tykkum í Havn tann 30. oktober!


Christmas Child Føroyar

info@christmaschild.fo

Um onkur ynskir at stuðla Christmas Child í Føroyum, ber til at flyta pening á hesa konto í Betri Banka:

Reg.nr.: 9181 -  Konto nr.: 1403917

Copyright © 2017 Christmas Child Føroyar