Í ár ber til at keypa fyltar skógvaeskjur á netinum, men vit hava fingið afturmeldingar frá fleiri, ið hava roynt at keypa á netinum, at tey fáa tað ikki
at rigga. Og tað eru 2 grundir:
- Tað ber bert til at keypa online á hesum browsarunum: Firefox og Internet Explorer
- Tú má hava 3D secure knýtt at tínum gjaldskorti fyri at kunna gjalda við tí. Hetta kanst tú gera við at seta teg í samband við tín peningastovn.
- Tað ber til at lesa meiri um hetta her: https://ns.fo/keyp+trygt+a+netinum.html ella her:
https://www.betri.fo/.../3d-secure-eitt-krav-til-keyp.../
Føroyskir stavir
Nú er komin ein uppdatering, soleiðis at nú ber til at brúka serføroyskar bókstavir:
"ú, ó, í, ú og ð"
Tíðarfreist 24. desember
Tað ber til at keypa eina skógvaeskju online til jólaaftan, t.v.s. 24. desember, fyri hetta árið.
Fyri at keypa á netinum, kanst tú fara inn á hesa leinkju:
http://www.christmaschild.fo/keyp-online.html
ella hesa leinkju: