Tíðindi frá Christmas Child Føroyar

Keyp skógvaeskju á netinum

11 juli , 2020 :

Sum nakað nýtt ber nú eisini til at keypa skógvaeskjur á netinum. Hesar eskjurnar verða keyptar gjøgnum Christmas Child í Onglandi.  Ein eskja kostar 20 pund at bíleggja á netinum, og síðani ber eisini til at stuðla kunningartilfari og frakt við 5 pundum. Í føroyskum kr. er hetta samlað umleið 220 kr.

Eskjurnar verða keyptar við at fara inn á http://www.christmaschild.fo/keyp-online.html og fylgja mannagongdini har. Tú velur kyn og aldursbólk, og harafturat hevur tú eitt avmarkað úrval av vørum at velja ímillum.

Tá uppgjørt verður, hvussu nógvar eskjur eru úr Føroyum, telja eskjurnar, ið eru keyptar á netinum úr Føroyum, við.

 

Vit skulu gera vart við, at enska heimasíðan góðtekur ikki serføroyskar bókstavir so sum:

"ú, ó, í, ú og ð"

Um tú ynskir at keypa á netinum, mást tú tí lata vera við at brúka hesar bókstavir. Har hesir bókstavir skulu vera, skrivar tú í staðin t.d.:

u, o, i, u og d.

Hetta er galdandi, har tú upplýsir navn, adressu o.s.fr., men gjaldskortið kann tú tó nýta sum tað er.


 

 




Christmas Child Føroyar

info@christmaschild.fo

Um onkur ynskir at stuðla Christmas Child í Føroyum, ber til at flyta pening á hesa konto í Betri Banka:

Reg.nr.: 9181 -  Konto nr.: 1403917

Copyright © 2017 Christmas Child Føroyar