Tíðindi frá Christmas Child Føroyar

Hvar fara eskjurnar í 2019?

10 september , 2019 :

 

Í ár fara okkara skógvaeskjur til Moldova!

 

Øll árini síðani føroyingar byrjaðu at senda skógvaeskjur í 2003, eru tær farnar til Rumenia, men soleiðis verður ikki í ár.

 

Føroyingar senda sínar eskjur ígjøgnum Ongland.
 
Støðan viðvíkjandi Onglandi og ES er í løtuni sera ógreið, og tá Rumenia er eitt ES land, hevur nevndin í Onglandi gjørt av, at tey senda ikki eskjur til Rumenia í ár.
 
Eskjurnar úr Føroyum fara tí í ár til Moldova, ið hevur mark til Rumenia, so umstøðurnar í londunum líkjast t.d. viðvíkjandi klima.

 

 

Niðanfyri er eitt video frá Moldova:

 

 

Christmas Child Føroyar

info@christmaschild.fo

Um onkur ynskir at stuðla Christmas Child í Føroyum, ber til at flyta pening á hesa konto í Betri Banka:

Reg.nr.: 9181 -  Konto nr.: 1403917

Copyright © 2017 Christmas Child Føroyar