Tíðindi frá Christmas Child Føroyar

Christmas Child Kunningarfundir 2019

03 august , 2019 :

Góðu Christmas Child umboð!

Allarfyrst vilja vit takka tykkum fyri tað arbeiði, tit gera fyri Christmas Child í tykkara økjum.

Sum tit helst hava lagt til merkis, er talið á innkomnum eskjum minkað seinastu árini. Hóast føroyingar
framvegis í mun til onnur lond geva nógvar eskjur, so harmar tað nevndina, at talið ikki heldur
veksur, tá hugsað verður um, at føroyingar hava nógvan pening um hendir.

 

Nevndin hevur ásannað, at fá økisumboð møta upp til kunningarfundin, ið hevur verið hildin í
septembur á hvørjum ári, og tí hugsa vit í ár at hava kunningarfundir úti um landi. Vónandi verður
møtt væl upp, so vit í felag kunnu tosa um, hvat er at gera, so arbeiðið verður gjørt so væl sum til ber,
og so nógv børn, sum til ber, fáa eina eskju úr Føroyum og harvið eisini hoyra gleðiboðskapin um
størstu gávuna latin er menniskjum, Harran Jesus Kristus.

 

Økisfundirnir er:
Í Klaksvík 26. aug. Kl. 19.30
Í Runavík 29. aug. Kl. 19.30
Í Vágum    2. sept. Kl. 19.30
Í Havn       5. sept. Kl. 19.30
Í Suðuroy  7. sept.  (kunning kemur seinri)

 

Vit hugsa, at fundirnir vara á leið hálvanannan tíma.

Um so er, at tit síggja, at vit hava valt eina óhepna dagfesting í tykkara øki, høvdu vit verið fegnar um
at fingið tað at vita, so møguligar broytingar kunnu gerast.

 

Tá fundirnir nærkast meira, verða tit kunnað nærri.

 


 

Christmas Child Føroyar

info@christmaschild.fo

Um onkur ynskir at stuðla Christmas Child í Føroyum, ber til at flyta pening á hesa konto í Betri Banka:

Reg.nr.: 9181 -  Konto nr.: 1403917

Copyright © 2017 Christmas Child Føroyar