Tíðindi frá Christmas Child Føroyar

Christmas Child í Onglandi at hoyra í Lindini, týsdagin 3. okt.

02 oktober , 2017 :

Í samband við, at vit hava havt vitjan frá Christmas Child í Onglandi, hava tey verið og vitja í Lindini saman við tveimum umboðum frá Christmas Child í Føroyum.


Í sendingini fara vit at hoyra Lynne og Robert fortelja frá arbeiðinum tey gera í Onglandi, og um ymiskar upplivingar tey hava havt, tá ið tey hava givið eskjur út til fátøk børn í ymiskum londum.  
 
Sendingin verður send týsmorgunin ca. kl. 10 í sendingini sum eitur: " Á Bylgulongd". 

Sendingin verður eisini endursend týskvøldið ca. kl. 20.00


Christmas Child Føroyar

info@christmaschild.fo

Um onkur ynskir at stuðla Christmas Child í Føroyum, ber til at flyta pening á hesa konto í Betri Banka:

Reg.nr.: 9181 -  Konto nr.: 1403917

Copyright © 2017 Christmas Child Føroyar