Tíðindi frá Christmas Child Føroyar

Boð úr Onglandi: Eskjurnar úr Føroyum fara til Nigeria ella Liberia

12 oktober , 2020 :

Í hesum Korona døgum broytast ætlanir ofta!

Vanliga plaga skógvaeskjur úr Føroyum at verða sendar til Rumenia ella Moldova, men nú hava vit fingið onnur boð frá Christmas Child í Onglandi, ið vit koma undir í hesum høpi.

Í ár fara eskjurnar úr Føroyum til Nigeria ella Liberia.

IKKI neyðugt at broyta innihaldið

Ein kundi freistast til at hildið, at so má alt innihaldið í eskjunum broytast, tí har hava tey ikki brúk fyri t.d. húgvum, vøttum og hosum, men so er IKKI . Tað er IKKI neyðugt at broyta innihaldið, tí fólkið í hesum londum setur prís upp á heit klæðir, tí næturnar har kunnu vera sera kaldar har.

 


 

Christmas Child Føroyar

info@christmaschild.fo

Um onkur ynskir at stuðla Christmas Child í Føroyum, ber til at flyta pening á hesa konto í Betri Banka:

Reg.nr.: 9181 -  Konto nr.: 1403917

Copyright © 2017 Christmas Child Føroyar