Sum kunnað er um, ber nú til at keypa eskjur á netinum á hesari leinkju
http://www.christmaschild.fo/tidindi/keyp-skogvaeskju-a-netinum
Men vit skulu gera vart við, at enska heimasíðan góðtekur ikki serføroyskar bókstavir so sum:
"ú, ó, í, ú og ð"
Um tú ynskir at keypa á netinum, mást tú tí lata vera við at brúka hesar bókstavir. Har hesir bókstavir skulu vera, skrivar tú í staðin t.d.:
u, o, i, u og d.
Hetta er galdandi, har tú upplýsir navn, adressu o.s.fr., men gjaldskortið kann tú tó nýta sum tað er.