Tíðindi frá Christmas Child Føroyar

3905 stk. Christmas Child gávur!

01 november , 2019 :

Skip hjá Faroe Ship fer til Onglands í dag við 3905 Christmas Child gávum! Gávurnar fara víðari til børn í Moldova.


Enn einaferð vilja vit takka øllum teimum, sum hava givið Christmas Child gávur í ár.


Má Harrin ríkiliga signað tykkum øll, sum hava givið, við vón um, at børnini, sum ongantíð hava fingið eina gávu fyrr, skulu verða vælsignað av tí, sum tey fáa. Bøn okkara er, at tey eisini verða opin fyri at hoyra um ta sonnu jólagávuna Jesus.


Nevndin í Christmas Child vil eisini takka Faroe Ship fyri teirrra megnar arbeiði at taka ímóti gávunum og sigla tær víðari til Onglands.

 


Christmas Child Føroyar

info@christmaschild.fo

Um onkur ynskir at stuðla Christmas Child í Føroyum, ber til at flyta pening á hesa konto í Betri Banka:

Reg.nr.: 9181 -  Konto nr.: 1403917

Copyright © 2017 Christmas Child Føroyar