Tíðindi frá Christmas Child Føroyar

3513 væl pakkaðar skógvaeskjur av landinum, umframt 224 keyptar online

30 oktober , 2020 :

Hóast nógvar broytingar í liviumstøðunum hjá bæði føroyingum og fólki aðrastaðni, so eydnaðist okkum at senda 3513 væl pakkaðar skógvaeskjur av landinum í vikuni. Í ár fara skógvaeskjurnar umvegis Ongland til Liberia og Nigeria. Harumframt eru 224 eskjur bílagdar úr Føroyum á heimasíðuni hjá Christmas Child í Onglandi, so samanlagt hava føroyingar tann 29. oktober givið 3737 eskjur.

 

Tað er gleðiligt, at børn, ið ikki eru so væl bjargað sum vit føroyingar, fáa eina góða gávu, nú jólini nærkast og harafturat fáa ein møguleika at hoyra tey góðu tíðindini um, at bjarging er at fáa í Jesusi.

Vit takka hjartaliga føroyingum, at tit taka so væl undir í hesum arbeiði og biðja eftir, at Harrin skal signa tykkum og tey, ið fáa eskjurnar, ið tit hava sent.

 

Hóast eskjurnar eru farnar av landinum, so ber framvegis til at keypa eskjur á netinum http://www.christmaschild.fo/keyp-online.html. Hetta er møguligt til jólaaftan, um gávan skal vera givin í 2020, og eftir jól kanst tú framvegis keypa á netinum, men so verður gávan sjálvandi givin í 2021. Minst til, at um tað skal bera til at gjalda við korti á netinum, mást tú hava 3D secure knýtt at tínum gjaldskorti. Hetta kanst tú gera við at seta teg í samband við tín peningastovn.

 

Og tað ber bert til at keypa online á hesum browsarunum: Firefox og Internet Explorer

Christmas Child Føroyar

info@christmaschild.fo

Um onkur ynskir at stuðla Christmas Child í Føroyum, ber til at flyta pening á hesa konto í Betri Banka:

Reg.nr.: 9181 -  Konto nr.: 1403917

Copyright © 2017 Christmas Child Føroyar