Soleiðis pakkar tú

Finn eina skógvaeskju

Finn eina tóma skógvaeskju í meðal stødd. Prýð gjarna eskjuna við at klæða hana við gávupappíri e.l. Lokið og eskjan mugu klæðast hvørt sær, so eskjan kann latast upp uttan at skræða pappírið. Ger av, um tín skógvaeskja skal vera til gentu ella drong, og vel ímillum aldursbólkarnar: 2-4 ár, 5-9 ár ella 10-14 ár. Fyll út frámerkið og klistra tað væl á lokið. Klistrimerki kunnu takast niður her.

Nr. 1

Fyll eskjuna við gávum

Fyll tína eskju við spennandi leikum, skúlatilfarið, ítróttarlutum, heilsurøkt og øðrum. Um møguligt so koyr eitt ella tvey ting tú veitst, eitt barn vil elska, so sum eina dukku, ella ein bólt við pumpu. Brúka listan við gávuhugskotum til íblástur, tá tú fyllir eskjuna. Hugsa um aldurin og kynið á barninum, tú gevur til. Koyr ikki ting í, sum eru nevnd undir IKKI KOYRAST Í.

Nr. 2

Stuðla og tryggja eskjuna

Koyr eitt elastikk uttan um eskjuna.  Vinarliga legg brævbjálva við 30 kr. oman á eskjuna ella flyt peningin á konto 9181-1403917 í Betri Banka. Peningurin verður brúktur til at rinda flutningin av eskjunum til móttakaran og til upplýsing um Christmas Child. Møguligt avlop fer til at stuðla annað vælgerandi arbeiði hjá Samaritan’s Purse.

Nr. 3

Ger nakað persónligt

Ger eskjuna persónliga við at koyra eitt hondskriva bræv í og eina mynd av tær sjálvum ella tínari familju. Ella brúka hetta fitta brævið, sum tú kanst útfylla í eskjuna. Og minst til at biðja fyri barninum sum móttekur tína gávu.

Nr.4

Christmas Child Føroyar

info@christmaschild.fo

Um onkur ynskir at stuðla Christmas Child í Føroyum, ber til at flyta pening á hesa konto í Betri Banka:

Reg.nr.: 9181 -  Konto nr.: 1403917

Copyright © 2017 Christmas Child Føroyar

Nr.1

Nr.2

Nr.3

Nr.4