“Nakað frálíkt er hent” segði Jórunn, tá ið hon kom rennandi inn á skrivstovuna hjá pápa sínum. “Eg fái meg næstan ikki at trúgva tí.”
“Hvat man tað vera?” spurdi pápin og hugdi upp frá skrivaraborði sínum, har hann fekst við nakrar rokningar.
“Jú,” segði Jórunn, “eg var niðri í býnum og ætlaði mær at keypa jólagávur, tá eg knappliga fekk tað hugskoti, at eg skuldi keypa eina gávu til Dianu. Eg veit væl, at vit eru ikki í familju; men hon er so fitt, og hon eigur ikki so nógv at keypa fyri sjálv. Tí keypti eg nakað ógvuliga vakurt til hennara. Tað kostaði mær 20 krónur”
“Tað eru nógvir pengar at geva burtur” segði pápin smílandi. “Eg hugsi ikki, at tú hevði brúkt so nógv uppá meg!”
“Tú skalt ikki halda gjøldur at tí,” segði Jórunn, “tað er tað nógv ov gott til.”
“Hvat?” spurdi pápin.
“Jú, sært tú,” segði Jórunn, “tá ið eg steig út úr handlinum, sá eg eitt frímerkjahefti í túninum. Tá eingin var í nánd, tók eg tað upp. Hvussu nógv heldur tú var í tí?”
“Tað er ringt at gita,” segði pápin.
“20 krónur,” segði Jórunn. “Júst tað, eg hevði brúkt til gávuna hjá Dianu.”
“Tú gert meg sanniliga ovfarnar,” segði hann.
“Tað vildi eg meint,” segði Jórunn. “Tað var, sum segði Jesus við meg:”Eg eri so fegin um, at tú brúkti hasa pengarnar upp á Dianu. Her hevur tú teir aftur.””
“Tað var ein vakur tanki,” segði pápi hennara. “Eg eri fegin um, at tú upplivdi hetta. Tú hevur uppdagað eitt av teimum stóru loyndarmálum, sum Jesus nevndi  við nøkrum fáum orðum fyri langari tíð síðani: “Gevið, so skal tykkum verða givið.” (Lukas 6,38) Hetta er ein lóg fyri lívið júst sum tyngdarlógin, sum sigur, at um tú missir okkurt, dettur tað niður á jørðina. Um tú gevur nakað av kærleika og ikki av sjálvgóðsku, kemur tað fyrr ella seinni aftur til tín.”
“Hvussu tá?” spurdi Jórunn.
“Onkur hevur sagt,” helt pápi hennara fram, “at Gud vil ikki skylda nøkrum nakað, og tað er satt. Gevur tú honum ella einum av skapningum hansara, sum treingir til hjálp, nakað,vil hann geva tær tað aftur – ofta við høgum rentum í “einum góðum, stappaðum, ristum og rokaðum máli.”” (Lukas 6,38)

 

“Hevur tú upplivað tað?” spurdi Jórunn.
“Ájú,” segði pápi hennara, “nógvar ferðir. Eg minnist, ta ferðina eg sum smádrongur búði í Onglandi og bert tjenti 16 oyru um tíman. Eg legði einaferð 2 krónur í talvuna í kirkjuni. Eg hugsaði, at nú hevði eg givið alt, eg átti – og tað hevði eg næstan. Áðrenn ein vika var farin, vóru teir komnir aftur. Fríggjakvøldið eftir hevði eg 20 krónur, og tað vóru fleiri pengar, enn eg nakrantíð hevði átt í lívinum. Soleiðis er tað, tá Gud virkar”
“Tað er sum við hasum frímerkjunum, eg fann,” segði Jórunn.
“Ja,” segði pápi hennara, “og um tú heldur á at geva við tí rætta sinnalagnum og uttan at hugsa um at fáa nakað aftur, fert tú at síggja størri og størri undur, so hvørt sum tú veksur og blívur eldri.”
“Hevur tú tað?” spurdi Jórunn.
“Ja,” segði pápin. “Nakað herfyri lovaði eg at senda 500 krónur sum hjálp til eina smágentu. Tá eg fór oman eftir posti mínum sama dagin, lá eitt bræv har við 500 krónum í”
“Tú meinar, at tú fekk pengarnar, áðrenn tú gavst teir?”
“Júst tað,” segði pápi hennara. Eg havi ongantíð verið so bilsin í lívinum. Tað segði mær, at Gud veit alt um okkum – enn tá tað, sum vit hugsa at gera.”
“Hevur tú uppliva nakað tílíkt nýliga?”
“Ja,” segði hann. “Í fjør varð eg mintur um at senda 6000 krónur sum eina hjálp til nakrar trúboðarar í Suðurhavsoyggjunum. Áðrenn vikan var liðin, komu teir aftur.”
“Meinar tú, at teir sendu pengarnar aftur?”
“Nei, nei, nei!” segði hann. “Gud sendi teir aftur á ein undurfullan hátt. Vit vóru heilt ovfarin, hvussu nógv hann veit, og hvussu skjótt hann ber at.”
“Eg fari sjálv at geva okkurt, so skjótt sum eg kann,” segði Jórunn.
“Tað er gott!” segði pápi hennara. “Tú kanst onki betri gera. Men tú mást geva við einum hjarta, sum er fult av kærleika. Um tú gert tað, vil Harrin ikki svíkja teg. Tú fert at síggja hvussu stór ting, Hann hugsaði um, tá Hann segði: “Sælari er at geva enn at fáa.””


Søgan er úr “Skýmingarløtan 1”. Effie Campbell hevur umsett.

 

Content on this page requires a newer version of Adobe Flash Player.

Get Adobe Flash player

Tað kemur altíð aftur

Christmas Child Føroyar

 ©  2017  Christmas Child Føroyar