Hetta er fimm ára gamla Olya, sum býr í Mogilev, einum parti av Eystur Belarus í Hvítarusslandi. Mamman hevði vanrøkt lítlu Olyu. Mamman hevði stórar rúsdrekka-trupulleikar og fekk tískil ikki tikið sær av Olyu.

Tá ið sosialráðgevarar funnu Olyu, var ongin matur til hennara í húsinum. Tað var ógvuliga skitið inni í húsinum, leikur vóru ongar til Olyu og hon hevði onga rættiliga song. Tosað varð við grannan hjá Olyu, sum kundi siga teimum ógvuliga lítið uttan tað, at Olya aldrin smíltist. Sosialrágevararnir tóku sær so av Olyu. Nú fekk hon góðan mat og góða umsorgan og byrjaði at práta við tey, sum tóku sær av henni. Men tað var ikki, fyrrenn hon fekk eina skógvaeskju, at tað hendi ein verulig broyting hjá henni - nú smíltist hon!! Nú svevur Olya hvørja nátt við dukkuni, sum hon fekk úr skógvaeskjuni.

Søgan um Olyu

Søgan um Lisu

Fyri tveimum árum síðani fekk Lisa staðfest blóðkrabba. Í løtuni hevur hon tað gott, sjálvt um livurin ikki er í góðum standi vegna blóðinfektión, sum hon fekk, meðan hon fekk kemoviðgerð.

OCC vitjaði Lisu heima fyri at geva henni eina skógvaeskju, tí at hon ikki var før fyri at fara hagar, ið skógvaeskjurnar vórðu býttar út í bygdini, har hon býr. Hon smíltist errin, tá hon læt skógvaeskjuna upp og læt seg í húgvu, vøttir og turriklæði, sum onkur í Bretlandi hevði pakkað.

“Tú skalt vita, at vit eru sera takksom fyri hesar gávur,” segði mamma Lisu, sum greiddi frá, hvussu glaðar døtur hennara vóru, tí systirin hevði eisini fingið eina skógvaeskju.

“Tað er ikki neyðugt hjá børnum at fáa nógvar gávur fyri at gleðast. Hesir pakkar eru meir enn nóg mikið til at gleða okkara børn.”

Søgan um Dianu

Eg eiti Diana og eg eri frá Rumenia. Tað er torført at finna orð, ið kunnu greiða frá gleðini, ið eg føldi, tá ið eg fekk mína fyrstu skógvaeskju. Men eg vil gjarna deila mína uppliving við tykkum. Eg fekk gávur, ið eg aldri hevði átt fyrr.  Allar besta gávan var lítla bamsan, eg kallaði hana Martin.

Eg minnist, at tá ið eg opnaði skógvaeskjuna og sá bamsuna, helt eg, at mítt sjey ára gamla hjarta fór at bresta. Eg minnist, at eg tók hana upp og vísti bamsuni skúlan hjá mær. Har vóru gamlir, ljótir stólar og borð, og málingin á vegginum var slitin.

Eg minnist, at eg rann heim frá skúla, oman eftir óslætta vegnum. Eg helt í skógvaeskjuni í aðrari hondini og helt fast um bamsuni við hinari. Heima hjá okkum var einki gólvteppi, einki rennandi vatn, eingin hiti ella ravmagn – har vóru bara skitin børn, .........Les meira

 

Søgur:

Hetta eru húsini hjá einum 17-ára gomlum drongi úr einari lítlari bygd í Rumenia. En dagin hoyrdi hann at jólagávur fóru at verða býttar út til børnini í bygdini, so hann fór og fekk eina skógvaeskju fulla av gávum. Saman við eskjuni fekk hann ein bókling, sum greiddi frá um føðing Jesusar. Søgan hugtók hann so nógv, at hann byrjaði at ganga í sunnudagsskúlan, har gávurnar vórðu býttar út. Hann fór eisini við, tá tey tað komandi summarið skipaði fyri summarlegum.            .... Les meira

Ein familja verður broytt

Christmas Child Føroyar

 ©  2017  Christmas Child Føroyar