Ymiskt:

Skógvaeskja fekk tey saman!

Fyri 14 árum síðani pakkaði ein drongur frá USA eina skógvaeskju til eitt barn á Filipsoyggjunum. Nú eru tey gift. Tá Joana fekk eina jólagávu í ár 2000, frá einum dreingi í Idaho, sum búði yvir 11000 km burtur, visti hon ikki, at tey einaferð fóru at hittast. Hon visti als ikki,at hon skuldi gifta seg við honum.


Í november 2014 vitjaðu Joana og Tyrel Wolfe Samararitan's Purse í Norður-Carolina, fyri at geva skógvaeskjur við jólagávum til fátøk børn í øðrum partum av heiminum. Meðan tey vóru har, fortaldu tey starvsfólkinum í OCC hesa ótrúligu søguna.

 

Eitt bræv varð burtur

Joana hevði fingið eina skógvaeskju á einari jólalegu í 2000 fyri børn í Manilla. Í eskjuni lá ein mynd av einum dreingi við ljósum hári, og í kovboyklæðum og lasso.


Eisini var navnið á dreinginum og adressan hjá honum í eskjuni. Joana vildi fegin skriva til hansara og fortelja honum, hvussu glað hon var fyri gávuna. Men brævið hjá henni kom ongantíð fram.


Sjey ár seinni gjørdi Joana av, at hon fór at leita eftir dreinginum á Facebook. Millum nógvar persónar var tað ein, sum kallaðist Tyler Wolfe, sum var úr Idaho. Joana visti ikki nógv um USA, men kovboyklæðini og fjøllini í bakgrundini kundu passa til Idaho. Kanska var hesin Tyler Wolf tann rætti?  Joana bað um eina vinarumbøn.

 

Møttust á Facebook

Langt úti á landinum í Idaho vaknaði áhugin fyri einari vinarumbøn frá einari tilvildarligari gentu.


Tey næstu árini sendu tey myndir og brøv til hvønn annan. Tey høvdu nógv felags áhugamál. Tey bæði elskaðu tónleik, spæla ljóðføri og syngja. Eisini høvdu tey bæði droymt, um eitt stilt og friðaligt lív úti á landinum. Sjálvt um tíðarmunurin var 15 tímar, so møttust tey á Facebook tvær ferðir um dagin hvønn dag. Tað einasta, sum tey síðani ynsktu, var at síggja hvønn annan.

 

Møttust á Filipsoyggjunum

Í juni 2013 hevði Tyler samlað nóg mikið av peningi til eina ferð til Asia. Eg varð yvirtikin av gleði, tá eg sá hann, at eg bara græt, fortelur Joana.


Tey fingu 10 dagar saman í heiminum hjá Joanu í Manila. Eftir bara fimm døgum, spurdi Tyler pápa hennara, um tey kundu fáa loyvi til at ganga saman. Pápin, sum var prestur, samtykti uttan at ivast. Eg visti bara at Joana var tann einasta eina fyri meg.

 

Skógvaeskjur í brúdleypsgávu

Tyler fór heim aftur til Idaho til at samla sær pening til næstu ferðina út til Filipsoyggjarnar. Tað var ein jólafrítíð, sum vardi ein mánað. Hesa ferðina spurdi Tyler, um loyvi til at gifta seg við sínari dreymagentu, á hennari tagalogmáli.


Eftir eina trúlovingarveitslu fekk Tyler eitt visum til Joanu. Tann 5. okt. 2014 vórðu tey gift á tí stóra bóndagarðinum hjá foreldrunun hjá Tyler.

Brúðarparið hevði eitt sera serstakt ynski til allar gestirnar: Komið við skógvaeskjum við gávum til Chistmas Child!


Hetta var jú tað, sum fekk Joanu og meg saman, so vit vildu fegin gera hetta til ein part av veitsluni, greiðir Tyler frá.


Tá ið vit eina ferð fáa børn, skulu tey sleppa at pakka skógvaeskjur. Sum ein lítil drongur helt eg, at tað var spennandi at finna gávur og senda tær til eitt annað stað í heiminum. Men eg visti ikki, hvussu lukkuligur eg skuldu gerast, vegna tað, endar Tyler við.




Christmas Child Føroyar

 ©  2017  Christmas Child Føroyar