Børn í Rumenia fáa gávur úr Føroyum 2014

18. des. 2014: Í vikuskiftinum hevur familjan Stoica úr Alexandria í Rumenia verið og býtt gávur út til fátæk børn. Tey siga at gleðin var stór og at tað fekk smílið fram í teirra andlitum. Sum tit síggja á myndunum, so er fleiri av pakkunum komnir úr Føroyum. Í vikuskiftinum 20. og 21. desember verður aftur býttar gávur út, og tá fóru Miriam og Rógvi Rasmussen úr Runavík og teirra trý børn, Rósa, Rúni og Remi at verða ímillum teirra, sum sleppa at uppliva gleðina og síggja smílini.

Christmas Child Føroyar

info@christmaschild.fo

Um onkur ynskir at stuðla Christmas Child í Føroyum, ber til at flyta pening á hesa konto í Betri Banka:

Reg.nr.: 9181 -  Konto nr.: 1403917

Copyright © 2017 Christmas Child Føroyar