Myndir:

Miriam & Rógvi v/ familju býta jólagávur út í Rumenia (1. dagur)

Familjan Miriam & Rógvi Rasmussen, sum í hesum døgum býta út skógvaeskjur í Rumenia, siga soleiðis, aftaná tann fyrsta dagin tey hava býtt eskjur út: "Ein heilt fantastiskur dagur í dag. Vit hava vitja fýra støð við gávum til børnini. Her eru nakrar myndir frá degnum.... tær tala fyri seg.

 

Børnini eru sera takksom og tey vaksnu senda hjartaliga heilsan til øll í Føroyum og takka fyri gávurnar.

21. des. 2014

Miriam & Rógvi v/ familju býta jólagávur út í Rumenia (2. dagur)

22. des. 2014

Hetta var so annar dagurin hjá okkum í Rumenia - tað kennist sum vit hava verið her í eina viku, so nógv vit hava upplivað í hesar báðar dagar. Í dag hava vit vitja familjur og børn, sum so at siga onki eiga. Tað er ræðuligt at síggja og vónloysi er stórt. Tað er deiligt at sleppa at gleða tey við einari gávu, so tey fáa ein lítlan smakk av at nú er jól.

Miriam & Rógvi v/ familju býta jólagávur út í Rumenia (3. dagur)

23. des. 2014

Hetta var so triðji og seinasti dagur hjá okkum her í Teleorman-umráðnum í Rumenia. Fyrst vitjaðu vit í eini baptist kirkju, har børn sungu og spøldu drama fyri okkum. Aftaná fingu tey jólapakkar. Síðani vitjaðu vit fátækar familjur, ið, hóast illa stødd, kundu gleðast um at fáa ein júlapakka hesi jól

Christmas Child Føroyar

 ©  2017  Christmas Child Føroyar