Hvat kann eg koyra í eskjuna

Gávur sum gleða

Koyr okkurt leikutoy í, sum barnið fær eyga á við tað sama, tá tað opnar eskjuna. Hetta kann vera ein bamsa, ein fótbóltur við pumpu, ein bilur, ein dukka, eitt ljóðføri o.s.fr. Tað er eisini stuttligt at koyra eina persónliga heilsan av tær og familjuni í eskjuna.

Gávuhugskot

Leikur

Koyr leikur í sum børnini verða glað fyri, okkurt tey kunnu "klemma" so sum ein bamsa, dukka, sovidýr, fingradukkur, bilar, flúgvari, munnharpa, blokkfloyta, putlispæl, jojo, oyralokkar, hárprýði o.a.

Skúlatilfar

Blýantar, pennar, blýantsspískari, litblýantar, viskileður, lineal, tussjir, blokkar, málibók, brævpappír, pennahús, klistrimerkir o.a.

Heilsurøkt

Tannbust, tannkrem, sápa, hárbust, lappi, kambur, hárklips o.a.

Ítrottarlutir

Lítlar bóltar, hoppiband, bóltar at blása upp, sveittaband, svimjibrillur o.a.

Annað

– okkurt at eta ella fara í – Góðgæti, ið heldur sær til mars 2019. Tó ikki sjokoláta. Sólbrillur, keppur, handskar, turriklæð, hosur, húgvur o.a.

IKKI koyra hetta í:

MATUR, ið kann spillast

KLÆÐIR, burtursæð frá tí, sum er nevnt omanfyri.

FLÓTANDI, hársápa, húðkrem, sápubløðrur o.a.

KRÍGSLUTIR, spælibyrsur, revolvarar, hermenn, knívar o.a.

HEILIVÁGUR, vitaminir, bomm fyri hosta, salvur o.t.

VEIKIR LUTIR, lutir, ið kunnu brotna, spegl, o.a.

VANDAMIKLIR lutir, ið kunnu skaða, saksar, o.t.

BRÚKTAR LUTIR

BØKUR við teksti

POLITISKT ELLA ÁTRÚNAÐARLIGT TILFAR

Frætta tit aftur frá børnunum?

 

Tú kanst leggja eitt bræv til barnið og eina mynd av tær sjálvum ella tínari familju í eskjuna. Ikki skriva nakað átrúnaðarligt ella politiskt í brævið. Um tú skrivar navn og bústað, fer barnið, sum fær tína skógvaeskju, kanska at skriva aftur til tín. Fleiri føroysk børn hava fingið brøv frá børnum, sum hava fingið skógvaeskju úr Føroyum, sí nøkur brøv her.

 

Christmas Child Føroyar

info@christmaschild.fo

Um onkur ynskir at stuðla Christmas Child í Føroyum, ber til at flyta pening á hesa konto í Betri Banka:

Reg.nr.: 9181 -  Konto nr.: 1403917

Copyright © 2017 Christmas Child Føroyar

Gávu-

hugskot

Gávu-

hugskot