Christmas Child í Krutl:

Søgan um Mungo:

Legg til merkis at hesin filmurin er vístur við loyvi frá Kringvarpi Føroya (www.kringvarp.fo) og er ogn teirra.

Christmas Child 2011 v/ føroyskum undirteksti

Myndafrásøgn 2004 - 2009

Myndir frá Christmas Child byrjaði í Føroyum í 2004 og fram til 2009

Tilfar:

7. juli 2014

Video úr Rumenia  jólini 2013:

Sí rørandi video úr bygdini Trestia í Rumenia  jólini 2013, hvar nakrar av teim føroysku skógvaeskjunum verða býttar út.

Føroyskur Christmas Child sangur 2014

Vit eru so heppin at hava fingið ein føroyskan Christmas Child sang!  Lurta eftir sanginum á youtube linkinum niðanfyri. Sangurin handlar um at geva av okkara yvirflóð til tey mongu sum mangla umsorgan, kærleika og vón og ongan góðan hava.

 

Ein ótrúliga góður sangur, sum er sera væl sungin! Karl Johannesen syngur, og hann hevur sjálvur gjørt orðini. Lagið hevur Steve Dorff gjørt.

Her er Christmas Child filmurin 2014, við heitinum: Skógvaeskjur býttar út í Rumenia í 25 ár. Og vit eru so heppin at hava fingið føroyskan undirtekst til filmin.

"Hyggið væl eftir filminum, - tí sum tit vita fóru okkara eskjur til Rumenia, - so kanska tit kenna onkra eskju aftur”.  Sera rørandi filmur.

Christmas Child filmurin 2014:

Skógvaeskjur býttar út í Rumenia í 25 ár

Skógvaeskjuinnsamling

25. nov. 2015

Takk øll tit, sum vóru við til, at vit í ár settu met, og sendu 5499 gávur úr Føroyum til børn í Rumenia. Gud signi tykkum fyri tað. Hjá teimum flestu av teimum, er hetta einasta jólagáva tey fáa.

Her er videolagið "Kærleiki í eskju" við myndum av børnum í Papua Ný Guinea, ið fáa jólagávur frá Christmas Child.  Ein av teimum kendastu ungu sangarunum i Australia, Melissa Bester, sang hendan sangin inn fyri Christmas Child í 2006, tá hon einans var 8 ára gomul. Melissa hevur í langa tíð stuðlað arbeiðinum hjá Samaritan's Purse (Christmas Child), og líka síðani sangurin var innspældur, hevur hann verið væl dámdur av stuðlunum hjá teimum. - Ásbjørn Berthelsen hevur nú umsett sangin til føroyskt, og tað er vit sera glað fyri! Um allan heimin er hesin sangurin "Love in a box" verið tann best umtókti sangurin hjá Operation Christmas Child

"Kærleiki í eskju"

Christmas Child Føroyar

 ©  2017  Christmas Child Føroyar