Hetta skalt tú brúka: Ullint tógv til stokkar nr. 4 (brúka ymiskar litir)

 

Kasta 44 eygu à stokkar nr 4. Bind 6 umfør rangt og rætt (rond).Bind síðani 24 umfør av sløttum (her kunnu tit binda ymiskar strípur við ymiskjm litum)

 

Tá hesi 24 umfør eru liðug, kastar tú 10 eygu eyka á í byrjanini av stokkinum. Bind nú 22 eygu fram og vend

arbeiðinum og kasta 10 eygu á einaferð enn, nú eru 42 eygu á. (lat hini 22 eyguni hvíla, koyr tey á einar eyka stokkar ella nál og bind hvørja síðu lidna fyri seg)

 

Bind síðani soleiðis hvørja síðu:

Bind 6 umfør , men meðan tú gert hettar, bindur tú perlubinding á teimum fyrstu 4 eygunum og eisini 4 teimum seinastu eygunum á hvørjum stokki.

 

Læs 12 eygu av og bind til endan á stokkinum. Vend og læs 12 eygu av aftur. Nú eru 18 eygu eftir. Skift til hvítt tógv til høvd. Bind 10 umfør.

 

Skift lit til til húgvuna (og bind eisini strípur):

Bind 2 umfør. Bind síðani 13 umfør, og meðan tú gert hetta, skal tú samstundis taka av á 2. hvørjum umfari soleiðis: Tak 2 eygu saman í byrjanini á stokkinum á hvørjum stokki (á rætuni og á ranguni). Bind síðani til 3 eygu eru eftir. Síðani bindur tú perlubinding 2 umfør. Tak av og slít tráðin.

 

So fara vit í holt við hina síðuna (tey 22 eyguni sum er á tí eyka nálini /stokkinum)

Kasta 10 eygu eyka á í byrjanini av stokkinum. Bind nú til endan á stokkinum íalt 32 eygu, vend arbeiðinum og kasta 10 eygu á einaferð enn (íalt 42 eygu). Bind 6 umfør , men meðan tú gert hettar, bindur tú perlubinding á teimum fyrstu 4 eygunum og eisini 4 teimum seinastu eygunum á hvørjum stokki.

Læs 12 eygu av og bind til endan á stokkinum. Vend og læs 12 eygu av aftur. Nú eru 18 eygu eftir. Skift til grønt tógv (sum hár aftan). Bind 10 umfør.

 

Bind nú húgvuna (og bind eisini strípur): Bind 2 umfør. Bind síðani 13 umfør, og meðan tú gert hetta, skal tú samstundis taka av á 2. hvørjum umfari soleiðis: Tak 2 eygu saman í byrjanini á stokkinum á hvørjum stokki (á rætuni og á ranguni). Bind síðani til 3 eygu eru eftir. Síðani bindur tú perlubinding 2 umfør. Tak av og slít tráðin.

 

Brodera eygu, nøs og munn. Seyma saman!

 

(Tú kanst binda ymiskar strípur, bara ger sum tú hevur hug og hugflog)

 

Takk fyri!!

Dukkuhandskar

Ymiskt:

Christmas Child Føroyar

 ©  2017  Christmas Child Føroyar