Bræv 6

Hon fekk bræv úr Rumenia !

Tað er altíð stuttligt at fáa bræv við postinum. Tað hendir ikki so ofta í dag, tí oftast senda vit teldupost ella samskifta við hvønn annan á netinum.

 

Tað hendir av og á, at børn í Føroyum fáa bræv aftur úr Rumenia frá tí barninum, sum hevur fingið teirra skógvaeskju. Á jólum í fjørð (2016), fekk Lea Ákadóttir úr Hoyvík eitt kort frá tí gentuni, sum hevði móttikið hennara pakka. Gentan eitur Madalina og er 7 ár. Hon sigur túsund takk fyri gávuna. Hon eigur ein hund og tvær kettur.

 

Kortið er ein mynd av eini matuppskrift, sum tey gera nógv av í Rumenia. Tit kunnu royna hesa uppskrift.

Christmas Child Føroyar

info@christmaschild.fo

Um onkur ynskir at stuðla Christmas Child í Føroyum, ber til at flyta pening á hesa konto í Betri Banka:

Reg.nr.: 9181 -  Konto nr.: 1403917

Copyright © 2017 Christmas Child Føroyar