1. juni 2015:

Drongur úr Norðskála hevur fingið bræv aftur úr Rumenia

 

Í oktober í fjør pakkaði 5 ár gamli Levi Debes av Oyri eina skógvaeskju, sum hann gav til Christmas Child. Henda pakkan fekk 10 ára gamli Mario úr Rumenia. Nú hevur Levi fingið bræv úr Rumenia frá dreinginum, sum fekk hansara pakka. Hetta skrivar Mario í brævinum:

 

Hey Levi

Eg eiti Mario og eg eri 10 ár. Eg búgvi í Turnu-Magurele, ein lítil býur í Rumenia.

Mær dámar væl:
1. at drekka mjólk
2. litin blátt
3. at eta pizza
4. at byggja lego, spæla fótbólt og trena karate

Eg havi eina systur, sum eitur Denise og er 12 ár og eitt kelidjór, sum eitur Coco og er ein pappageykur.

Eg ynski at gerast vinur við teg, og at tú kemur til Rumenia at vitja meg. Eg ynski eisini at vitja teg.

 

Heilsan Mario

 

 

Tað er altíð stuttligt, tá børn úr Føroyum fáa bræv frá børnum í Rumenia, sum hava móttikið teirra pakka. Mario gevur eisini Levi sína adressu, so hann hevur møguleika at senda honum eina heilsan. Eisini gevur hann honum sítt telefon nummar og sigur, at tað hevði glett hann, um hann hevði ringt til sín ☺

Her er ein mynd av Levi við brævinum í hondini.

Christmas Child Føroyar