6. november 2014

Bræv úr Liberia!

Aftur ein vilst eskja

Í fjør, eins og undanfarin ár, hevði Frítíðarskúlin í Hoyvík tiltøk í samband við Christmas Child. Tey skipaðu fyri innsavnan, har børnini koma við gávum og peningi. Síðani høvdu tey ein felags "pakki dag", sum er sera væl umtóktur. Pakkarnir skuldu til fátøk børn í Rumenia - hildu tey.

Men nakrar føroyskar skóeskjur viltust og fóru aðra leið og ein av eskjunum úr Frítíðarskúlanum í Hoyvík endaði so heilt á vesturstrondini í Afrika, í Liberia. Frítíðarskúlin í Hoyvík hevur fingið soljóðandi bræv úr Liberia:

 

Góðu børn í Tórshavn

Mínir fýra synir vóru so hepnir at fáa gávur frá Christmas Child í ár í Liberia. Í einari av eskjunum funnu vit hesa adressuna, sum segði okkum, at tit hava sent hesa gávuna. Vit eru sera glað og takksom fyri hesar gávur, og mínir dreingir seta stóran prís uppá gávurnar. Teir bóðu meg senda tykkum hesa tøkkina. Tann elsti er 7 ár, tvíburðar, sum eru 5 ár og tann yngsti, sum er 2 ár. Teir høvdu verið glaðir at hoyrt frá tykkum.

Gud eigur alla æruna,

Dempster, Dave, Del og Junior

Christmas Child Føroyar