13. okt. 2014

Drongur fingið bræv frá Rumenia

8 ára gamla Hanus O. Høj úr Saltangará, sum

í fjør fekk eitt bræv

aftur frá tí dreinginum

í Rumenia, sum hann sendi gávu til.

Umseting av brævinum:

Hey, eg vil fegin siga eitt sindur um meg sjálvan. Eg eiti Daniel Chis og eg eri sera glaður fyri at hoyra frá tær. Eg eri 4 ár. Eg búgvi í Rumenia, í einum býi og um tú hyggur á heimskortið so finnur tú mítt land.

Mær dámar best litin blátt og at drekka appilsin saft.. Mær dámar allan mat og mær dámar væl at spæla við leikur og viðhvørt við systir og beiggja mín. Í mínari familju eru 2 beiggjar og 1 systir. Vit eru 3.

P.s. Eg eri keddur um at eg ikki dugi enskt. Ein vinur hjá mammu míni skrivar hetta brævið. Eg hopi ikki tað ger nakað. Eg sigi túsund takk fyri pakkan, sum tú sendi til mín, eg var sera glaður. Gud signi teg og tína familju.

Eg gevi tær mína adressu......

Eg vil aftur takka tær fyri gávuna. Eg bíði til tú skrivar til mín.

Eg búgvi her. Í býnum er ein íbúðarblokkur við nógvum íbúðum. Orsaka eg dugi ikki so væl at tekna blokkar.

P.s. Mín býur er vakur, vinur mín.

Christmas Child Føroyar